Ongi úrslit

Vit mugu styrkja eftirlitið við rúsevnum

Annika Olsen
3 tímar síðan

Herfyri setti eg landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum ein skrivligan fyrispurning um rúsevnaeftirlit, og hvat skal til av starvfólkaorku, soleiðis at øll  skip og bátar, sum koma til landið verða kannaði. Í sera áhugaverda svarinum stendur, at tørvur er á 24 tollarum og 6 hundum afturat fyri at røkka tí endamálinum.  Kostnaðurin pr tollara er mettur at vera 1 mió kr, meðan førleikamenning og hundavenjing kostar áleið 500 tús kr um árið.

Í svarinum framgongur tað, at tað í 2024 komu 1828 skip og bátar til landið og í higartil í 2025 eru 1727 bátar komnir til landið. Harumframt er tørvur á eyka útgerð og styrktum samstarvi m.a:

· Atgongd til framtíðar møguleikar at fylgja skipaferðslu (møguliga radarskipanir)

· Neyvari og tættari samstarv um útgerð við aðrar eftirlitsmyndugleikar í Føroyum, t.d. um dronur

· Útbúgving av fleiri eftirlitsfólkum í sambandi við trygd og arbeiði í vandamiklum umhvørvum umborð á skipum og meira útgerð til hettar

· Dagføring av skannarum

Vit mugu ásanna, at tað skal nógv meira til fyri at steðga innflutninginum av rúsevnum til Føroya, hóast TAKS,  ger tað, tey eru ment, so røkkur starvfólkaorkan langt frá at nøkta tí stóra tørvinum. Tað er sjálvsagt umráðandi, at vit eisini seta inn at hjálpa teimum, ið eru komin í trupulleikar av rúsevnum, men vit mugu so sanniliga eisini stegða tilgongdini av rúsevnum í býarlívinum og aðra staðni, til annars heldur gongdin fram og versnar.

Hetta er ein sera álvarslig støða fyri okkara borgarar, og ikki minst okkara ungu í náttarlívinum, og tað má fáa hægri politiska raðfesting, og eitt stað at byrja er á fáa sett pening av til endamálið á fíggjarlógini.

Annika Olsen,

tingkvinna fyri Tjóðveldi

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

Í gjár kl. 07:59

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

20 tímar síðan

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41