Ongi úrslit

Vit kunnu ikki lóggeva okkum frá abort - vit kunnu bert lóggeva okkum til trygga abort

Í dag er altjóða dagur fyri trygga abort, og kring heimin varpa fólk og felagsskapir ljós á týdningin av tryggum abortum. Her í Føroyum er dagurin í ár heilt serligur, tí lógaruppskot er lagt fyri tingið, sum skal tryggja virðiligar og tryggar abortir fyri kvinnur í Føroyum.

Tíðindaskriv
28. sepember kl. 16:34

Við lógum royna stjórnir kring heimin at forða ella avmarka kvinnum møguleikan at taka abort.  Men sjálvt í londunum við strangastu lógunum, seta kvinnur lív og heilsu í vága fyri at taka  abortina, teimum tørva. Sambært Altjóða Heilsustovninum, WHO, doyggja kvinnur í  tíggjutúsundatali árliga av avleiðingum av ótryggum abortum. 

At ein abort er trygg, fevnir millum annað um at hava atgongd til abortviðgerð undir tryggum  umstøðum við virðing fyri egnum ynski, tørvi og rætti. Tað snýr seg eisini um, at lógarverkið er  greitt og líka fyri øll. 

Ikki ein spurningur um persónlig sjónarmið 

Lógin frá 1956 avmarkar rættin at taka avgerð um egnan kropp, heilsu, nøring og framtíð. Hetta  eru grundleggjandi rættindi, sum kvinnur í Føroyum skulu hava. Abortrættindi og abortlóggáva  eiga tí ikki at endurspegla persónlig sjónarmið. 

Sama, hvørji persónligu sjónarmiðini eru og hvussu strangar lógirnar eru, fara kvinnur at leita  sær abort, um tær hava tørv á tí. Lógir, ið royna at forða ella avmarka kvinnum at taka abort,  gera einans abortina og umstøðurnar hjá kvinnuni ótryggar og atgongdina ójavnbjóðis. 

Vit mugu fyrihalda okkum til avleiðingarnar av føroysku abortlógini. Vit felagsskapir, sum í fleiri  ár hava fingist við abortrættindi, føroysku abortlógina og avleiðingarnar av henni, vita, at tá  kvinnur verða noktaðar abort, royna tær at finna aðrar loysnir. Frá samrøðum við kvinnur og frá  heilsustarvsfólki á Landssjúkrahúsinum vita vit, at kvinnur leita sær aðrar vegir í heilsuverkinum  ella fara av landinum at taka abort, tá tær ikki lúka krøvini í lógini. 

Vit heita á okkara fólkavaldu at góðtaka, at lógir ikki forða kvinnum at taka abort; at tryggja  rættin hjá kvinnum at taka avgerðir um egið lív, heilsu og framtíð; og virða, at ein greiður  

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

Í gjár kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

19 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20