Ongi úrslit

Vit keypa alsamt færri bilar

Bæði innflutningurin av nýggjum bilum, og at brúktum bilum, minkar

Áki Bertholdsen
6. mars 2025 kl. 12:33

Eftir at bilasølurnar hava havt nøkur gilt ár, tók bilasølan av álvara at minkað í fjør. Og hesar báðar fyrstu mánaðirnar í ár, er gongdin ikki vend, tí minkingin heldur fram.

Akstovan sigur, at hesar báðar fyrstu mánaðirnar í ár, hava bilasølurnar selt 94 nýggjar persónbilar, og tað eru 10 bilar, ella 9,6 prosent minni enn í fjør.

Somuleiðis er talið á brúktum bilum, sum eru innfluttur til at selja í Føroyum, eisini minkað. Og minkingin er stór, tí í januar og februar í ár, eru bara 12 brúktir bilar innfluttir til sølu í Føroyum.

Tað eru heili 45 bilar færri enn teir báðar fyrstu mánaðirnar í fjør, og talan er sostatt um eina minking upp á sløk 79 prosent.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

15. apríl kl. 07:43