Hetta er at halda suðuroyingar eitt sindur fyri gjøldur.
Tað heldur Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn, nú Løgtingið viðgerð uppskotið frá løgmanni um at projektera Suðuroyartunnilin, og at bjóða arbeiðið út.
Hann hevur alla tíðina gjørt greitt, at hann ivast stórliga í um vit yvirhøvur hava ráð at fara undir eina so dýra verkætlan.
Og hann er framvegis líka ivingarsamur um vit hava ráð til at gera tunnilin nú, tá ið føroyski búskapurin ikki er haldførur, og framtíðarútlitini eru so vánalig.
Tað er ført fram, at laksaprísirnir eru sera lágir og samstundi fara kvoturnar av makreli at minka munandi, og tað ger, at útlitini fyri búskapin eru ikki so góð, sum tey hava verið.
Hann vísir á, at tunnilin kostar einar fimm millardir, og tað eru rættiliga nógvir pengar - samstundis um útlitini vísa, at haldførið í búskapinum versnar.
– Tí føli eg, at vit halda suðuroyingar eitt sindur fyri gjøldur, sigur Karlot Hergeirsson.
– Vit draga teir upp tráð og geva teimum eina falska vón, men tað eiga vit ikki at gera, tí vit eiga at vera ærlig, sigur tingmaðurin fyri Framsókn.
Sostatt væntar Karlot Hergeirsson ikki, at vit fara undir Suðuroyartunnilin og hann heldur, at tað er at geva suðuroyingum eina bjarnatænastu at halda fram at geva teimum eina falska vónir um ein undirsjóvartunnil.
Tí heldur hann, at myndugleikarnir skuldi heldur lagt dentin á, at bøta um ferðasambandið ímillum Suðuroynna og meginøkið við eini ruturigling ímillum Suðuroynna og Sand.
– Hetta er tað ferðasambandið, sum gevur best, fíggjarligt úrslit í longdini, sigur Karlot Heirgeirsson.
Kortini heldur hann, at tað er rætt at bjóða tunnilin út so at vit fáa ein prís á borðið, so at myndugleikin hevur nakað ítøkiligt at halda seg til, heldur enn bara at gita og meta um prísin.
Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, helt eitt sindur speiskliga fyri, at eitt ferðasamband ímillum Suðuroynna og Sand, er heilt ómøguligt.
Sandingar vilja ikki vita av, at nakar bilur skal koyra á Sandi í sambandi við Suðuroyartunnilin - uttan um Sandsbygd.
Men skal Sandur verða ferjuhavn hjá suðuroyingum, má øll ferðslan koyra beint ígjøgnum Sandsbygd - so tað fer aldrin at verða góðtikið, helt hann.