Trælanípan og Bøsdalafossur hava verið serliga nógv umrødd hesa seinastu vikuna eftir at trý ferðafólk eru horvin har á leiðini.
Tað hevur eisini fingið fólk at seta spurnartekin við trygdina.
Gunnar Nattestad, og onnur sum varða av ferðavinnuni í sambandi við Bøsdalafoss og Trælanípuna, biða ofta fólk um at ansa betur eftir.
Skelti eru, sum siga at tað er forboð fyri at flúgva við dronu, bæði vegna flogferðsluna, men eisini tí at fólk brúka hesar brillur, har tú sært hvat dronan tekur upp og tískil, sært tú ikki hvat er rundan um teg, tá tú gongur.
Skelti eru eisini á kafeinini og í haganum og tey eru á sjey málum.
Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands segði í útvarpstíðindunum sunnudagin, at tað er ábyrgdin hjá starvsfólkunum sum selja atgongumerki til ferðamálini, at syrgja fyri trygdina hjá teimum sum koma út á staðið. Men hettar finnur Gunnar hvassiliga at.
Hann vildi heldur, at Visit Faroe Islands brúkar sína miðlar til at ávara fólk um, at tey skulu ikki fara heilt út á eggina.
Men ístaðin hava tey lýsingar við fólki, sum fara út til eggina at taka selfie-myndir, men tað er alt annað enn vandaleyst tí tað kann vera leyst undir.
Gunnar heldur at Visit Faroe Islands skal upplýsa meira um, hvussu tað er at ganga í føroysku náttúruni og hvussu fólk eiga at vera ílatin.
– Øll sum koma higar, fáa eina frágreiðing har vit vísa teimum á einum stórum korti, hvar tey skulu ganga og hvat tey skulu ansa eftir.
Harumframt hava vit eisini ávaringarskelti úti í haganum, har tað er vandamikið at fara heilt út á eggina, tí tað kann vera leyst undir, sigur Gunnar Nattestad.
Teir hava umhugsað at seta enn fleiri skelti upp, og tey hava eisini tosað um at hava vaktarmann í økinum.
Men tað er alt annað enn lætt at halda skil á øllum fólkunum. Fyri at sleppa undan at rinda, koma summi ferðafólk klokkan fimm um morgunin áðrenn starvsfólk møta, og onnur koma klokkan 21.00 á kvøldið, tá ið starvsfólkini eru farin til hús.
– Og taka vit meksikanaran sum hvarv, kom hann ikki framvið í móttøkuhúsinum. Tvørtur ímóti er hann farin fram við vatninum, so hann hava starvsfólkini ongantíð sæð, leggur Gunnar afturat.
Atgongumerkið til Trælanípuna eru at fáa við portrið. Tað kostar 200 krónur fyri hvønn, men ikki fyri føroyingar, gestir hjá føroyingum og børn upp til 15 ár. Møguleiki er eisini at ferðast við ferðaleiðara, men umleið 80 prosent vilja heldur fara sjálvi.
Ferðafólkini vilja hava fríari ræsur, tí summi vilja verða har ein heilan dag og summi skulu kanska skunda sær við einum flogfari.
Umleið 20.000 ferðafólk vitja trælanípuna hvørt ár og hóast ferðafólk eru horvin, væntar Gunnar ikki, at tað fer at fáa fólk at aftra seg fyri at vitja staðið.