Ongi úrslit

VIT GANGA Í REYÐUM FYRI FÓLKINUM Í GASA

Jóhanna Højgaard
14 tímar síðan

Hósdagin 3. Juli skipar Amnesty International Føroyar fyri kravgongu fyri sivila fólkinum í Gasa,

og fyri at heita á føroya landsstýri um at røkja sínar altjóða skyldur um at gera sítt fyri at støðga

fólkadrápinum á palestinar í Gasageiranum. Kravgongan endar á Speaker's Corner, har skráin er

áhugaverd og fjølbroytt. Hanus Kamban og Lív Maria Róadóttir Jæger halda røðu, Elin Brimheim

Heinesen og Kári Sverrisson spæla nøkur løg, og Marjun Syderbø Kjælnes og Elin Brimheim

Heinesen lesa upp yrkingar. Eins og í kravgongunum, sum seinastu tíðina hava verið kring heimin,

verður heitt á fólk um at fara í reytt fyri at draga eina felags linju og vísa, at vit langt síðani eru

farin um reyða markið.

Hvønn einasta dag gerst støðan í Gasageiranum alsamt meira álvarsom og vanlukkulig. Nú ísraelska

aftursvari á Gasa hevur vart í gott 1 ár og 9 mánaðir, er størsti parturin av Gasageiranum lagdur í oyði,

fólk í tíggjutúsundatali eru dripin og enn fleiri liggja undir húsaleivdunum. Neyðhjálp frá óheftum

hjálparfelagsskapum er forðað, landbúnaður og matframleiðsla eru oyðiløgd og børn svølta. Trot er á

reinum vatni, sjúkur herja, heilivágur vantar og sjúkrahús gerast til líkhús.

Greið prógv eru um krígsbrotsverk, brot á humanitera lóg og mannarættindi, brotsgerðir móti

mannarættindi og fólkadráp. Og hóast heimurin hevur fylgt við beinleiðis stroymdu ísraelsku

brotsgerðunum í Gasa í meira enn hálvtannað ár, er Ísrael sloppið at halda fram.

KOLLAPS AV MORALI OG ALTJÓÐALÓG

Vit eru vitni til eitt kollaps av morali og altjóðalóg. Heimsins leiðarar hava svikið palestinar í Gasa -

eisini Føroya politiska leiðsla hevur svikið. Lyftið um, at fólkadráp ongantíð aftur skuldi fara fram, kann

ikki sigast at vera annað enn tóm orð. Millum Føroya politisku leiðarar valdar ein ræðandi tøgn, sum

boðar frá líkasælu um ósek menniskjalív.

At forða fyri teimum ræðuleikum, sum palestinensiska fólkið í Gasa er fyri, er ikki bert ein moralsk

skylda, men er eisini ein skylda sambært altjóðalóg. Vit heita á Føroya Landsstýri um at taka ábygd nú.

Amnesty International Føroyar heitir á Føroya Landsstýri um at virða altjóða lóg, og gera alt fyri at fáa

eina varandi vápnahvíld í lag, so týningin av palestinum fær ein enda, og at øll sivil fólk, sum eru tikin

sum gíslar, verða leyslatin. Vit heita á Føroya landsstýri um alment at fordøma drápinum av ósekum

palestinum í Gasa, og gera sítt fyri at fáa en enda á stongslinum av Gasageiranum og tryggja, at óheft

neðhjálp verður veitt um allan Gasageiran.

HÓSDAGIN FARA VIT Í REYTT

Vit hittast hósdagin 3. juli við Gundadalshøllina kl. 16.30, haðani vit ganga oman á Tinganesi og enda

við Speaker's Corner, har røður, tónleikur og yrkingar bíða fjøldini. Á skránni er

Røður: Hanus Kamban og Lív Maria Róadóttir Jæger

Tónleikur: Elin Brimheim Heinessen og Kári Sverrisson

Yrkingaupplestur: Marjun Syderbø Kjelnæs og Elin Brimheim Heinesen

Vit heita á øll um at fara í okkurt reytt fyri at vísa, at vit draga eina felags linju um, at vit (langtsíðani) eru

komin um reyða markið.

Vit góðtaka ikki rasismu, antisemitismu ella islamofobi.

UM ALLAN HEIM FARA FÓLK Í REYTT

Kring heimin eru kravgongur við sama boðskapi um at “tekna upp reyðu linjuna”. Millum annað

teknaðu Niðurlond eina reyða linju við 100.000 fólkum uttan fyri altjóða dómstólin í Haag 18. Mai í ár.

Eisini savnaðust 15.000 fólk við Christiansborg í Keypmannahavn 18. juni. Øll við sama endamáli at

vísa samhuga við fólkið í Gasa og við boðskapinum um, at støðga fólkadrápinum alt fyri eitt.

AMNESTY FORDØMIR ØLL ÁLOP Á SIVIL

Amnesty International fordømur øll álopi á sivil. Amnesty fordømur álopini á Ísrael 7. oktobur og

gíslatøkurnar, sum eru greið krígsbrotsverk. Amnesty heitur á, at allir gíslar verða leyslatnir treytaleyst

alt fyri eitt. Amnesty vísur á, at gíslarnir ikki verða leyslatnir við at bumba Gasa, men at besti møguleiki

at fáa gíslarnar leyslætnar er við samráðingum undir vápnahvíld.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44