Ongi úrslit

Vit eru øgiliga argir

Bæði venjarin og liðformaðurin halda, at avrikið hjá U-21 landsliðnum í kvøld hevði betri uppiborið enn 3-1 tap ímóti Sveis

Jóannes Hansen
16 tímar síðan

Tað eru vónbrotnir føroyskir U-21 landsliðsspælarar, sum nú rigga av á Tórsvølli og fara aftur í feløgini, eftir at teir síðstu stóru vikuna hava verið savnaðir um landsdystirnar. Fríggjadagin taptu teir 6-0 í Klaksvík ímóti Fraklandi, og í kvøld taptu teir 3-1 á Tórsvølli ímóti Sveis.

Tað er breið semja um, at fríggjadagin spældu føroyingarnir ímóti fronskum spælarum, ið avrikaðu á heilt høgum stigi. Í kvøld er kenslan í føroyska hópinum, at liðið hevði betri uppiborið enn 3-1 tap ímóti Sveis.

-Eg komi úr umklæðingarrúminum, og eg skilji væl, at spælararnir eru vónbrotnir. Hugburðurin var góður, og hóast Sveis eftir horna og við fínum langskoti legði seg á odda, so áttu vit betra avrikið í fyrra hálvleiki, og vit spældu okkum til málmøguleikar. Eitt nú bjargaðu teir á strikuni, tá ið Dávid Reynheim royndi seg. Eftir steðgin hildu vit fram, og tá ið tað eitt lítið korter undan leikloki eydnaðist at javna, so tevjaðu vit møguleikan at vinna fulla úrtøku, og so var tað stórt vónbrot, at tað vóru teir, sum skoraðu tvær ferðir aftrat, sigur U-21 landsliðsvenjarin Ólavur Mikkelsen í samrøðu við Pætur Nolsøe í FM1 útvarpinum.

Sera eyðsýndi Áki D. Samuelsen legði við frísparki frammanfyri miðstrikuna í vinstru bóltin í brotsteigin, har miðverjin Ingi Arngímsson vann luftdystin við mótstøðumann, og so var innskifti Jóhan Josephsen kvikur, tá ið hann við høvdinum snittaði bóltin í málið.

Kæti í føroysku leguni, og fagnaðurin hevði ikki lagt seg, tá ið bólturin aftur lá í føroyska málinum. Uppspæli var í høgru, og Liam Chipperfield var púra leysur mitt fyri, tá ið hann úr 15 metrum setti bóltin í málið. Og so var tað bara eyka harmiligt, tá ið dómarin bríkslaði fyri at síggja bíligum brotssparki, sum Hans Jákup Arngrímsson í fyrsta umfari bjargaði, men bólturin støkk út aftur til Labinot Bajrami, sum var fyrstur á returbóltinum, og so staðfesti hann 3-1 sigurin.

-Eg haldi, at okkara avrik var so mikið gott, at vit í hvussu so er høvdu uppiborið javnleik, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um vit høvdu vunnið 2-1. Men vit tóku ikki av, og tað gjørdu teir. Hugburðurin og avrikið í kvøld eigur at bera mót við sær um, at vit fara at megna gott úrslit í Sveis, sigur Áki D. Samuelsen liðformaður á U-21 landsliðnum.

Síðsti dysturin í ár verður mánadagin 17. november á útivølli ímóti Fraklandi. Føroyar faera at spæla á útivølli í Sveis fríggjadagin 27. mars í 2026.

 Føroyar – Sveis 1-3 (0-1)

EM undankapping

Týsdagin 14. oktober 2025 kl. 18.00 á Tórsvølli

0-1:  Dion Kacur 21.

1-1: Jóhan Josephsen 77.

1-2: Liam Chipperfield 78.

1-3: Labinot Bajrami 83.

Dómarakvartett úr Wales: Iwan Arwel Griffith, Daniel Beckett, Harry Hendricks og Bryn Markham-Jones (4. dómari)

Føroyar: Hans Jákup Arngrímsson – Bjarti Thorleifsson (Aron Benjaminsen, 88.), Ejvind Restorff Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Virgar Jónsson – Heini Fossdalsá Sørensen, Mattias Hellisdal (Dávid B. Andreasen, 82.), Árni Nóa Atlason (Hanus Højgaard, 82.), Áki D. Samuelsen – Dávid Reynheim (Jóhan Josephsen, 57.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Olsen, Jónas Prior, Aron Benjaminsen, Torkil Úlvur Jespersen Holm, Jógvan Kárason Gullfoss, Aron Reinert Hansen

Gult kort: Ingi Arngrímsson, Árni Nóa Atlason

Venjari: Ólavur Mikkelsen

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

13. oktober kl. 08:46