Hóast vit leggja okkum eftir at byggja grønu orkuna út, er veruleikin, at vit brúka alsamt meiri olju.
Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í fjør brúktu vit stívliga 306.000 tons av olju, og sum talvan vísir, er tað meiri enn í fjør - og verður serliga hugt eftir teimum seinastu 10 -12 árunum, er oljunýtslan munandi vaksin.
Oljunýtslan tilsamans
Sum tað sæst, er tað serliga vinnulívið, sum brúkar nógva olju, og tað er serliga hjá vinnuni, at oljunýtslan er vaksin nógv.
Tað er serliga vinnulívið, sum brúkar nógva olju
Eisini hjá Sev veksur oljunýtslan. Hinvegin stendur oljunýtslan hjá akførum í stað.
Eisini oljunýtslan hjá Sev er vaksin
Men serlia hjá húsarhaldunum er ein stórur munur, tí hjá teimum eru oljunýtslan nógv minkað - hóast talið á húsahaldum er nógv vaksið. Sostatt er oljunýtslan hjá húsarhaldum eini 13.000 minni nú enn hon var í 2021.
Oljunýtslan hjá bilum minkar ikki nakað serligt, so sølan av El-bilum munar ikki nógv. Men sum tað sæst á talvuni niðan fyri, er nýtslan hjá húsarhaldunum nógv minkað
