Ongi úrslit

Vísindavøka á ferð í Gamla Skúla í Sørvági

Í kvøld tríggjar framløgur á skránni í Gamla Skúla í Sørvági, nú Vísindavøkan er á ferð í Sørvági

gransking.fo
14. sepember 2022 kl. 13:26

Í kvøld klokkan 19 verður Vísindavøka á ferð í Gamla Skúla í Sørvági

Her vera tríggjar framløgur, hvør umleið 20 minuttir:

  • Hvussu stutt- og langtíðar 4D GNSS tíðarrøðir kunnu avdúka deformatiónir av heingibrúgvum
    Gethin Roberts, Umhvørvisstovan

  • Ílegur hava týdning! Ávirkan hjá ílegum á sjúkugongdina fyri COVID-19
    Leivur Nattestad Lydersen, Ílegusavnið

  • Fruktbæri á føroyskum seyði - ein rannsókn eftir arvaligum fruktbæris-frávikum/villum
    Eva Kjæld Hansen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Vísindavøka á ferð kring landið

Í ár verður Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í hovi. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum. 

Skráin sæst á gransking.fo https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoka/visindavoka-2022/visindavoka-a-ferd-2022/   

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.

Kelda: Granskíngarráðið

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14