Bústaðar-ójavnin er størsta einstaka avbjóðingin, sum vit hava í løtuni.
Útboðið av bústøðum er alt ov lítið, í mun til eftirspurningin – ikki minst í høvuðsstaðnum.
Tað, sum fæst til keyps í høvuðsstaðnum er alt ov dýrt, og ikki keypandi hjá fólki við vanligum arbeiðsmanna- og kvinnuinntøkum – fyri ikki at tosa um støk, lesandi og onnur, sum vilja sleppa inn á marknaðin.
Úti á bygd eru prísirnir eisini hækkaðir óvanliga nógv, og har er vónleyst at fáa fígging.
Hvat er at gera? Her er neyðugt at gera átøk á fleiri mótum!
Vit skulu hava lív í tey húsini, sum standa tóm, bæði í Havn og kring landið. Umstøðurnar eru ymiskar, men talan er um tilsamans umleið 2.500 bústaðir.
Vit skulu byggja upp ein munandi størri marknað við leiguíbúðum – gjarna smáum og ódýrum – har ung og vaksin kunnu húsast, til dømis meðan tey fyrireika seg til ein meira varandi bústað – og eldri kunnu húsast, á fíggjarliga tryggum og virðiligum eldraárum.
Bústaðargrunnur eigur at vera skipaður, við tí endamáli, sum Bústaðir upprunaliga var ætlað til – at halda leigukostnað niðri.
Hvørjir karmar finnast longu?
Kommunur skulu vera viðspælarar, og
hava longu rætt til at áseta bústaðarskyldu á nýggjar bústaðir,
hava møguleika, saman við Bústøðum at gera almannagagnlig bústaðarfeløg,
hava útstykkjað økir til íbúðir og raðhús.
Hvat fara vit at gera?
Lógaruppskot um at kommunur kunnu avmarka stutttíðarleigum sum fall burtur, tá valið varð lýst. Hetta kemur aftur á skrá.
Leigustuðul til tey, sum veruliga hava torført við at fáa endarnar at røkka saman.
Neyðugt er at skipa leigumarknaðin soleiðis, at tú ikki kanst verða koyrdur á dyr við stuttum skotbrái. Fleiri rættindi til leigara og greiðar treytir og krøv til bæði leigara og útleigara.
Langtíðarleiga eigur at vera munandi longri enn 3 mánaðir.
Byggikunngerðin BK17 eigur at verða endurskoðað.
Góðkenning og matrikkulering eigur at vera meira smidlig, og ikki vera ein forðing ella seinking.
Skattlig avskriving av fastogn eigur at vera endurskoðað.
Vil tú hava skil upp á bústaðarmarknaðin?
Set X við Javnaðarflokkin
Set X við Fróða Reinert Petersen