Ongi úrslit

Vilt tú? - eg vil ikki

Annfinn Brekkstein, valevni fyri Sambandsflokkin
5 tímar síðan

Fíggjarligt haldføri og aftur fíggjarligt haldføri, tað er slagorðið hjá øllum teimum 5 flokkunum, sum eru við í sokallaðu tjóðarsemjuni. Hesir flokkar vilja samstundis hava ríkisveitingina burtur, men hava enn ikki víst á, hvussu ein Løgtingsfíggjarlóg sær út uttan ríkisveiting yvir hálva milliard, umframt aðrar stórar útreiðslur, sum fylgja við einari loysing.


Eg vil ikki, at ríkisveitingin minkar, so tað verður dýrari hjá tær at liva við hægri skattum, avgjøldum og ognarskatti, og harvið minni í tín lumma og til tína familju.


Hendan samgongan gjørdi tað dýrari hjá tær at liva við at leggja avgjøld á bensin, diesel, og oljuavgjaldið hækkaði - og so bleiv dýrari hjá meiniga fólkinum, sum ikki hevur pengar til at leggja um til kostnaðarmiklar grønar orkuloysnir.


Tað er dýrari í dag at fylla húsarhaldstangan og brennievni til bilin, og tað gongur útyvir tey, sum eru noydd at hava bil fyri at koma til og frá arbeiðsplássinum - og harvið vinna til lívsins uppihald.


Pengarnir fara ikki at regna av himli við einari tjóðarsemju.


Tit vita, hvat Sambandsflokkurin stendur fyri - vel ta tryggu loysnina.


Vel fíggjarligt vit og skil.


X við Annfinn Brekkstein


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04