Ongi úrslit

Viljormur og René og Hallur fóru av vøllinum

Klokkan 10 fer landsliðsvenjarin at boða frá, hvørjum hann hevur sent boð eftir til landsdystirnar ímóti Kroatia og Gibraltar

Jonhard Hammer
25. august kl. 09:07

Nú klokkan 10 verður tíðindafundur í FSF húsinum. Tá fer Eyðun Klakstein at kunngera, hvørjar 23 hann hevur sent boð eftir at vera við í landsliðshópinum, tá ið landsliðið fer at spæla á heimavølli ímóti Kroatia annan fríggjadag og mánadagin um tvær vikur á útivølli ímóti Gibraltar.

Í gjár var 20. umfar í landskappingini, og í málleysa javnleikinum millum KÍ og HB í Klaksvík, vóru nógvir av teimum, sum ivaleyst vera á listanum hjá landsliðsvenjaranum í morgun.

Merkisvert var tað, at tríggir av teimum, sum síðstu árini hava verið fastir menn á landsliðnum, vórðu skiftir út.

Hallur Hansson hjá KÍ kom ikki á vøllin eftir steðgin. Patrik Johannesen, sum var í landsliðshópinum undan summarsteðginum, var á beinkinum, og hann loysti Hall Hansson av eftir steðgin.

René Shaki Joensen fór av vøllinum, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Hann hevur leingi verið skaðadarvaður og er sjáldan á vøllinum allan dystin á tamb. Í gjár var hann framrættaður í vinstru, inntil Martin Gonzalez loysti hann av. At hann er so skaðadarvaður var orsøkin til, at René ikki var í landsliðshópinum undan summarsteðginum, tá ið Føroyar spældu vinadyst í Georgia, sum vann 1-0, og HM undankappingardyst á heimavølli ímóti Gibratlar, sum Føroyar vunnu 2-1.

René er mest sum hvørja ferð millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ, hóast hann ikki venur so nógv, sum liðfelagarnir gera.

Hjá HB fór liðformaðurin Viljormur Davidsen í gjár av vøllinum tríggjar minuttir undan steðginum. Áki Johannesen, sum hevur verið nógv skaðadarvaður og hevur spælt millum lítið og einki, síðani hann í vetur flutti úr B68 og til Havnar, loysti hann av.

Viljormur Davidsen segði soleiðis eftir dystin:

-Tað sær út til, at talan er um slag í skinnabeinið, og tað plagar ikki at vera so leingi, inntil tað er burtur. Vit fáa at síggja, um hetta er soleiðis. Vónandi er tað ikki tað slagi av skaða, sum fyrr í ár var orsøk til, at eg ikki spældi við í fleiri umførum, segði Viljormur Davidsen í samrøðu við FM1 útvarpið.

Áhugin fyri at síggja Kroatia og Luka Modric á Tórsvølli annað fríggjakvøld er stórur. Í gjár segði Brynhild Absalonsen, sum er marknaðar- og samskiftisleiðari hjá FSF, at tað fríggjadagin vóru færri enn 1000 atgongumerki eftir. Tí kann tað væl vera, at tað verður útselt, tá ið Kroatia og Luka Modric fara á Tórsvøll.

 

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

Í gjár kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45