Viljormur er í nýggjum felag

Liðformaðurin er tann sjeyndi í røðini, sum røkkur 70 landsdystum

Jóannes Hansen
10. september 2023 kl. 16:55

Ímóti Moldova í dag er Viljormur Davidsen á landsliðnum fyri 70. ferð. Vongverjin í vinstru og liðformaðurin er sjeyndi føroyski spælarin, sum røkkur 70 landsdystum. Hinir spælararnir eru Fróði Benjaminsen (95), Óli Johannesen (83), Jóan Símun Edmundsson (80), Jákup Mikkelsen (73), Hallur Hansson (72) og Gunnar Nielsen (70).

Tað eru gott og væl 10 ár síðani, at Viljormur Davidsen fyri fyrstu ferð var á landsliðnum. Tað var í 2013, tá ið hann var við í fimm HM undankappingardystum. Tann fyrsti var 11. juni í 2013, tá ið Føroyar taptu 2-0 á útivølli á Friends Arena í Stokholm. Ta ferðina var tað Zlatan Ibrahimovic, sum skoraði bæði málini. Tað seinna var við brotssparki átta minuttir undan leikloki.

Viljormur Davidsen var við frá fyrsta bríksli. Eingin av teimum, sum í dag eru í føroyska hópinum var við í Stokholm fyri gott og væl 10 árum síðani.