Ongi úrslit

Viljormur er aftur í barndómsfelagnum

NSÍ hevur skrivað undir sáttmála við Viljorm Davidsen

NSÍ
29. oktober kl. 18:11

Tað hevur ljóðað í fleiri vikur, og nú er tað alment.

NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:

34 ára gamli Viljormur Davidsen, ið er uppvaksin í felagnum, verður aftur at síggja í gulu blusuni komandi trý árini

Viljormur flutti til Danmarkar bert 15 ára gamal, har hann spældi við ungdómsliðnum hjá OB. Viljormur hevur síðani umboðað fleiri feløg í Danmark. Viljormur var heima í Føroyum og vendi í 2012, har hann spældi tríggjar dystir fyri besta liðið hjá NSÍ, áðrenn hann aftur fór til Danmarkar at royna seg.

Viljormur flutti til Føroyar í 2023, har hann síðani hevur spælt við HB.

Viljormur hevur valt at koma aftur til barndómsfelagið, og tað gleðast vit um í NSÍ.

Vit vilja ynskja Viljormi hjartaliga vælkomnan heim, og gleða okkum at fylgja honum komandi trý árin

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19