Í gjárkvøldið var fótbóltslandsliðið aftur í Føroyum eftir ferðina í Kekkia og Montenegro, og í kvøld fara spælararnir aftur til venjing í feløgunum.
Viljormur Davidsen er ikki førur fyri at venja við HB, og hann verður ikki á liðnum, sum sunnudagin á heimavølli fer at spæla ímóti FC Suðuroy.
Í 69. minutti í 1-0 tapinum ímóti Montenegro varð Viljormur borin av vøllinum, tí hann var skaddur í fótinum. Talan er um skaða í hælinum.
-Hvussu álvarsaman skaða talan er um, fái eg at vita seinni í dag, tá ið eg havi verið í skannara. Tað kann vera, at talan er um lítlan skaða, og at eg skjótt verði førur fyri aftur at spæla. Tað er eisini møguleiki fyri, at hælsinan er slitin, og so vita vit, at tað vera nógvir mánaðir, inntil eg aftur verði førur fyri at fara á vøllin. Eg vóni, at talan er um lítlan skaða, og eg veit, at tað er møguleiki fyri slitnari hælsinu, sigur Viljormur Davidsen.
Fyri bæði HB og landsliðið er talan um dyggan smeit, um tað nú vísir seg, at Viljormur er langtíðarskaddur.
Týskvøldið var 33 ára gamli Viljormur Davidsen fyri 86. ferð á landsliðnum. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum 14. august í 2013, tá ið Føroyar taptu vinadyst í Íslandi 1-0, og Lars Olsen var venjari. Henda dagin var Viljormur Davidsen millum teir fyrstu ellivu, og alt síðani hevur hann verið fastur maður á liðnum. Seinni í dag verður staðfest, um hann verður førur fyri at spæla, tá ið Gibraltar mánadagin 9. juni verður gestur á Tórsvølli.
Síðsta árið hevur Viljormur Davidsen verið liðformaður. Ímóti Kekkia var Hallur Hansson liðformaður, og týskvøldið ímóti Montenegro var Viljormur aftur liðformaður.
Einasta málið ímóti Montenegro skoraði heimaliðið við síðsta sparki í dystinum. Tá var ein løta síðani, at Viljormur var borin av vøllinum.
Saman við liðfeløgunum og øllum í hópinum var Viljormur Davidsen ógvuliga vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at varðveita málleysa javnleikin:
-Vit mugu bara staðfesta, at vit vóru ikki nóg kaldir, tí vit høvdu bóltin fá sekund, áðrenn teir skoraðu málið. Tá var eingin tíð eftir, og vit áttu at havt syrgt fyri, at bólturin ikki aftur kom í okkara brotsteig. Tað er lætt at siga. Spælararnir vóru troyttir, men tað hevur eisini nakað at gera við at vera kaldur í støðuni, sigur Viljormur Davidsen, sum gleðir seg at vera við á heimavølli ímóti Gibraltar.
Seinni í dag fæst at vita, um Viljormur verður førur fyri at spæla í juni.