Nú er Dimma aftur á gøtuni og hesa ferð er blaðið 56 síður við nógvum samrøðum og greinum.
Tann 17. februar í fjør var ein lagnudagur fyri 19 ára gamla Brand Kjartansson í Sandavági og hansara næstu. Hann hevði ikki ætlað sær í býin, men broytti meining.
Út á kvøldið var hann saman við vinfólki í bovlinghøllini í Havn, men um hálvgum tólv tíðina fór Brandur, saman við trimum øðrum úr bovlinghøllini, og ætlanin hjá teimum var at fara oman í HB-húsið, har Kyndil helt veitslu.
Brandur kom tó ongantíð oman í HB-húsið og stutt eftir andaðist hann á Landssjúkrahúsinum.
Vit hava eitt prát við løgregluna, sum hevur fingið yvir 1.200 fráboðanir um barnaporno í Føroyum, bara hesi seinasrtu trý árini.
Vit hava eisini eitt stórt prát við heimkæra, treiska politikaran av Økrum, Jacpb Vestergaard. Hann hevur sterkar og avgjørdar meiningar - og hann er heldur ikku bangin fyri at bera tær fram á torg.
Búskaparfrøðingurin, Petur Holm, greinar sjófeingislógina. Tað sum nú eitur sjófeingislógin er ein so avskeplað konstruktión, at tað nyttar lítið at gera tillagingar. Konstruktiónin má heilt broytast, sigur hann.
Vit hava eisini samrøðu við 29 ára gomlu Oddny Michela Hanusardóttir, sum er mamma - og skipsførari, og siglur við hvalbiartrolarunum.
Og so minnast vit eisini dansibandskongin úr Vági, Hans Jacob Hjelm, sum doyði í vanlukku fyri tveimum vikum síðani.
Á fimm síðum í Dimmalætting minnast tónleikarar, súkklarar og vágbingar, Hans Jacob.