Ongi úrslit

Viljin og verjan vóru lykilin

Annika Fríðheim Petersen var sjálvsagt kosin at vera besti spælarin

Jóannes Hansen
1. desember 2024 kl. 16:23

Verjan og viljin. Tað var lykilin til góða avrikið og annað stigið í 17-17 javnleikinum ímóti Kroatia.

Tað var fyrsta viðmerkingin hjá Anniku Fríðheim Petersen, tá ið Sára Jógvansdóttir frá Kringvarpi Føroya hitti hana eftir dystarlok.

Tað var eingin ivi í høllini, og fagnaðurin millum føroysku áskoðararnar og øll hini, sum tóku á við Føroyum, var stórur, tá ið tað varð kunngjørt at dagsins spælari var føroyski málverjin Annika Fríðheim Petersen.

-Vit vistu, at tað átti at vera møguleiki fyri at megna gott avrik og úrslit ímóti Kroatia. Avrikið var grundað í einastandandi góðum avrikið í verjuni, og tað bar aftur við sær, at tað var lættari hjá mær at verja fyri, tá ið kroatisku spælararnir royndu seg, sigur føroyski málverjin.

Rakul S. Wardum varð sett inn í brotskastsstøðum, og fram ímóti endanum stórbjargaði hon brotskasti.

-Vit eru ógvuliga fegnar. Vit kendu okkum vera við alla tíðina, og fram ímóti endanum tevjaðu vit av álvara, at møguleiki var fyri at vinna stig. Undan dystinum høvdu vit avrátt, at vit skuldu berjast fyri hvørjum bólti, og tað gjørdu vit, og tað bar úrslit við sær.

Tað sigur Brynja Høj, sum var krumptappur í verjuni saman við Pernille Brandenborg.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

Í gjár kl. 08:56

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

Í gjár kl. 18:42

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25