Nú Løgtingið leggur seinastu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur ein samd fíggjarnevnd lagt fleiri broytingar fyri Løgtingið.
Ein av broytingunum er er at játta pengar til at fyrireika tveir nýggjar tunlar.
Sostatt er Fíggjarnevndin samd um at játta 2,4 milliónir til at fyrireika tunnil til Vestmanna. Og somuleiðis er fíggjarnevndin samd um at játta aðrar 2,4 milliónir til at fyrireika ein tunnil ímillum flogvøllin í Vágum og til Vágatunnilin.
Men tað er ikki greitt um tunnilin verður av Fútakletti, har Vágatunnilin kemur upp, og heilt á Flogvøllin, ella til Vatnsoyrar, ella til Sandavágs.
Frammanundan er peningur settur av til at fyrireika tunnil Undir Gøtueiði, úr Gøtu á Skálafjørð.
Jørgen Niclasen vísir at at nú eru brádliga tunlar fyri tvær milliardir afturat setast á fíggjarlógina og hann spyr um teir skulu gerast samstundis sum Suðuroyartunnilin.
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Fíggjarnevndini, sigur, at tey hava ikki tosað um, hvør tunnil skal gerast fyrst, tí tað verður staðfest í eini komandi samferðsluætlan.
Men hon heldur ikki, at tað er nakað galið í at fyrireika tunlarnar.