Ongi úrslit

Vilja hava stjórnina at kanna sambandið

Fyrrverandi forsætisráðharran Thorbjørn Jagland er eisini nevndur

Jóhanna Højgaard
4. februar kl. 19:00

Norski flokkurin Fremskrittspartiet hevur sent landsins forsætisráðharra, Jonas Gahr Støre, eitt bræv, har tey heita á stjórnina um at seta eina óhefta nevnd at kanna sambandið hjá Jeffrey Epstein til Noregs.

Thorbjørn Jagland, fyrrverandi forsætisráðharri

Seinasta umfarið av almannakunngjørdum skjølum í Epstein-málinum hevur serliga skakað Noreg, tí tað sær út til, at kynsbrotsmaðurin hevði samband við norskar sendiharrar og ríkar einstaklingar, krúnprinsessuna Mette-Marit og fyrrverandi forsætisráðharran Thorbjørn Jagland.

Í dag er komið fram at Epstein eisini var í Noregi og vitjaði Mette-Marit, og ikki bara hon sum var í USA og vitjaði hann.

Tey bæði gingu túr í Oslo í kulda og myrkri, sum hann skrivar í einum telduposti.

Tað er Mette-Marit til høgru, tá hon og ein vinkonu vitjaðu Epstein í USA

- Upplýsingarnar, sum eru avdúkaðar, seta spurningar um eina møguliga vandamikla menning, sum er tengd at politiskum, persónligum, fyrisitingarligum og búskaparligum sambondum.

Um talan er um einstøk mál ella um talan í roynd og veru er um eina djúpari og størri mynd av avbjóðingum, er nakað, sum vit ikki kunnu vita við vissu í dag, skrivar forkvinnan í flokkinum, Sylvi Listhaug, í tíðindaskrivi.

Sí eisini: Mette-Marit biður um umbering

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57