Ongi úrslit

Vilja hava atgongd at avlurta allar danir

Sera víðfevnandi lóg heldur fjarskiftisvinnan

© Berlingske
Jóhanna Højgaard
13 tímar síðan

Fjarskiftisvinnan kallar uppskotið til nýggja lóg at hjálpa FE (Forsvarets Efterretningstjeneste) sera víðfevnda.

Tí nú fer danska stjórnin, undir teirra ES-fomansskapi at noyða internet- og telefonveitarar at opna sínar skipanir fyri Verjufregnartænastuni.

Teir skulu lata FE seta upp síni egnu vakmyndatól í teirra samskiftistól, og krevja teirra hjálp til at avkryptera upplýsingarnar.

FE heldur heilt einfalt, at lógin tryggjar praktiska hjálp til innkrevjing av upplýsingum um fólk, sum FE vil kanna nærri.

Hetta fer at gera, at FE kann fremja sokallaða bulk retrieval, har risa mongdir av ráum samskiftisdátum – eitt nú sms-boðum, samrøðum og internetferðslu verða savnaðar og goymdar í upp til 15 ár.

Televeitarar kunnu verða kravdir at hava fysiska atgongd til servararúm, avkryptera dátur og samstarva áhaldandi, ella fáa bót um tey ikki fylgja boðum.

Ummælarar ávara um hópeftirlit og manglandi rættarligt eftirlit, tí FE er ikki undir somu krøvum sum løgreglan.

Vinnufyritøkur, KT-serfrøðingar og borgarar óttast álvarslig inntriv í privatlívið. Tey halda at lógin ikki lýkur krøvini hjá Evropeiska Mannarættindadómstólinum.

Stjórnin vísir kritikkinum aftur og leggur dent á, at FE ikki sleppur at hava eftirlit við dønum á miðvísan hátt.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17