Ongi úrslit

Vilja hava at fleiri verða koppsett - so nú verða treytirnar linkaðar

Áki Bertholdsen
6. august kl. 09:45

Heilsumyndugleikarnir halda, at tað eru ov fá, sum verða koppsett fyri influensu og koronu, so nú verður tað gjørt lættari hjá fólki at verða koppsett.

Higartil hava tað bara verið kommunulæknarnur, sum hava koppsett, men tá ið korona gekk upp á tað ringasta, varð eisini koppsett á apotekum.

Men nú hevur Løgtingið samtykt, at nú fáa apotekini, sum heild, loyvi til at koppseta fyri bæðiinfluensu og koronu.

Og Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at tað verður sett í gildi nú 1. oktobur.

Í hesum sambandi skulu apotekini gera avtalu við heilsustarvsfólk, ella seta heilsustarvsfólk í starv at koppseta fólk.

Fólk, sum eru eldri enn 65 ár, og fólk annars, sum eru í serligum vanda fyri at verða illa sjúk, verða tey smittað, verða koppsett ókeypis. Tað sama er galdandi fyri heilsustarvsfólk og røktarstarvsfólk, sum eru um fólk í vandabólkunum, umframt húsfólkið hjá teimum í vandabólkum.

Tann ókeypis koppsetingin er frá 1. oktobur til 15. desembur.

Við hesi broyting fáa fólk enn betri møguleikar fyri at koppseta seg fyri influensu og koronu, sigur landsstýriskvinnan.

Men barnakonur fáa nú eisini eitt betri tilboð um koppseting. Nú er tað s, at barnakonur kunnu verða koppsettar fyri kikhosta frá 24. barnsburðarviku, men frá 1. oktobur kunnu allar barnakonur verða koppsettar fyri kikhosta.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Ikki føroyskar gentur

19 tímar síðan

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

9 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20