Ongi úrslit

Vilja burturvísa meira enn sjey milliónir fólk, um tey vinna næsta val

Hettar er eitt skifti frá teirra fyrru útsøgn

Jóhanna Højgaard
9. juli kl. 18:05

Spanski høgravendi flokkurin “Vox” hevur ætlanir um at burturvísa umleið átta milliónir fólk úr Spania, um hann vinnur næsta val.

Í vikuni søgdu floksleiðarar, at teir vildu burturvísa øll fólk av útlendskum uppruna, sum ikki hava tikið spanskar siðir til sín. Hettar er eitt skifti frá teirra fyrru útsøgn, um bert at burturvísa tey sum eru í landinum ólógliga.

Rocío de Meer, talskvinna hjá Vox segði at politikkurin fer at merkja, at milliónir av fólki, sum nýliga eru komin til Spania og ikki hava lagað seg til spanskar siðvenjur, verða koyrd út av landinum aftur.

-Fleiri enn sjey milliónir fólk kunnu vera útsett fyri tí sum kallast “afturflyting”, segði de Meer mánadagin.

-Av teimum 47 milliónum íbúgvum í landi okkara, eru umleið sjey milliónir, ella meira enn sjey milliónir, tí vit mugu taka atlit til annað ættarliðið- átta milliónir fólk, sum eru komin hertil úr ymiskum uppruna uppá sera stutta tíð,” endaði hon.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46