Sum tey flestu eyðvitað hava fingið við, viðgerð Løgtingið í hesum døgum eitt uppskot um at projektera Suðuroyartunnilin og at bjóða arbeiðið út.
Og sum tey flestu eisini hava fingið við, eru fólk ógvulig ymisk á máli um hesa ætlanina.
Eitt nú hava sandingar, og umhvørvisfeløg av alskyns slagi, mótmælt upprunaligu ætlanini um vegaføring á Sandi, har ein partur av vegnum í sambandi við tunnilin, skuldi vera eftir verandi vegi.
Tí varð eitt nýtt uppskot gjørt, har nýggjur vegur verður gjørdur eystan fyri vatnið.
Tað hevur heldur ikki fingið serliga góða móttøku frá sandingum - og tað fær heldur ikki serliga góða móttøku frá Karlot Heirgeirsson, tingmanni fyri framsókn.
Nýggja farleiðin eystan fyri Sandsbygd, ger verkætlanina einar 70 milliónir dýrari.
Karlot Hergeirsson heldur lítið um, at Landsstýrið er sinnað at brúka 70 milliónir krónur eyka til farleiðina - bara fyri at keypa sær frið fyri nøkrum bygdaráðslimum á Sandi, sum han tók til.
Hansara sannføring er, at Suðuroyartunnilin er so dýrur, at skulu vit hava nakran møguleika fyri at fara undir hann, verður alneyðugt, at hann verður gjørdur so bíliga, sum tað letur seg gera.
Tí mælir hann staðiliga til, at Landsstýrið heldur fast um upprunaliga ætlanina, har vegurin gongur vestan fyri vatnið.
Hann sigur, at tað er eitt nógv størri inntriv í náttúruna at gera nýggja veg ígjøgnum órørt lendi eystan fyri vatnið, heldur enn at leggja farleiðina partvís eftir verandi vegi vestan fyri vatnið.
Málið er nú til viðgerðar í fíggjarnevndini og eftir skipanini í Løgtinginum skal hon verða liðug við málið hálvan januar.