Ongi úrslit

Sigur at hon bleiv manipulerað og lumpað

Vildi sjálvandi ynskt at eg aldrin hevði møtt Epstein

© NRK
Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Eg vildi sjálvandi ynskt, at eg ongantíð hevði hitt hann, sigur krúnprinsessa Mette-Marit við NRK, í einari samrøðu um hennara umfatandi samskifti tíð kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.

Teldupostar frá árunum 2011–2014 vístu á at tey hava samskiftað fleiri hundrað ferðir.

Mette-Marit bleiv harafturat nevnd í yvir 1000 teldupostum í Epstein-skjølunum.

Teldupostur frá Mette-Marit til Epstein um sokallaði 'designerbabies' sum Epstein skrivaði við onnur um eisini.

Jólaheilsur, avtalur um fundir, vitjanir, bókaráð og eftirmetingar av 'konutilfari', er bert ein partur av samskiftinum.

NRK spyr inn til hví Mette-Marit í einum telduposti skrivar at hon hevur Google Epstein, og gevur honum rætt í at "Tað ikki sá so gott út" men Mette-Marit minnist ikki hvat hon tá læs um hann, tí tað eru 15 ár síðani, svaraði hon.

Tað kemur eisini fram at Epstein var óbehagiligur móti henni, tá hon var og vitjaði hann í Florida. Hon vil tó ikki koma nærri inná hendingina, eins og tað at hon heldur ikki vil tosa um innihaldið í teldupostinum sum heild.

Vit eru ein familja, sum hevur verið í einari sera krevjandi støðu seinastu vikurnar. Hjá okkum hevur fokusið fyrst og fremst verið á familjuni, greiðir Mette-Marit krúnprinsessa frá um vikurnar sum eru farnar, uttan at hon hevur traðka fram um hettar málið.

- Eg eri mamma til ein ungan mann, sum hevur verið í einari sera krevjandi støðu. Harumframt krevur mín heilsa nógva hvíld. Og mín sjúka hevur ment seg eitt sindur meira, svarar hon.

Sí samrøðuna við NRK

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46