Ongi úrslit

Vil víðka um innferðarbannið

Ì løtuni er tað galdandi fyri 19 lond

Jóhanna Højgaard
12 tímar síðan

Amerikanska stjórnin umhugsar at víðka ferðabannið, sum í løtuni avmarkar ella forðar fyri at koma inn í landi hjá ríkisborgarum úr 19 londum.

Tey umhugsa at víðka tað til umleið 30 lond. Hettar kemur í kjalarvørrinum av skottilburðinum, har tveir hermenn úr tjóðarverjuni í Washington, D.C, vóru skotnir í síðstu viku.

Hettar vistu fleiri amerikanskir ​​embætismenn at siga við CBS News í gjár týsdagin.

Ætlanirnar eru fyribils, og talið av londum, sum verða løgd afturat listanum kann broytast siga embætisfólkini, sum biðja um dulnevni fyri at umrøða innanhýsis umrøður.

Ein afghanari er handtikin fyri skottilburðin har ein av hermonnunum er deyður, meðan hin er í lívsvanda.

Mynd: BBC News

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

16 tímar síðan

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00