

Hvat hava myndugleikarnir gjørt hesi seinastu trý árini fyri at basa rúsevnum í Føroyum. Tað vil Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú hava eitt svar upp á.
Og tað skal Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, svara honum upp á í næstum.
Løgtingsmaðurin vísir á, at fyri trimum árum síðani, í mars í 2022, fekk táverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, eina umfatandi heildarætlan um at basa rúsevnum í Føroyum.
Í heildarætlani eru heili 58 tilmæli frá fakfólki um, hvussu farast skal fram hesi næstu árini fyri at forða fyri rúsevnasmugling og rúsevnanýtslu.
Tilmælini eru bólkað soleiðis, at tað er púra greitt, hvør hevur ábyrgd av at fremja tey einstøku tilmælini. Tað er eisini sett upp, hvat tað fer at kosta, umframt at ein tíðarætlan eisini er løgd fyri, nær tey skulu setast í verk.
Tilmælini eru eisini sett upp í bólkar: Fyribyrging, trivnaður, foreldraleiklutur og foreldrasamstarv, viðgerð, eftirviðgerð og samstarv ímillum stovnar og ymisk ráð í Landsstýrinum.
Tilmælini fevna eisini um eftirlit og vitanargrundarlag, sum er at seta kanningar í verk, útvega hagtøl og gransking.
Hesa seinastu tíðina hava vit hoyrt, aftur og aftur, at trupulleikin við rúsevnum bara veksur og veksur í samfelagnum, og at fleiri og fleiri misnýtarar eru. Og vit hoyra eisini, at úrvalið av rúsevnum veksur.
Magnus Rasmussen heldur, at hetta er ein sera álvarslig støða og tí spyr hann nú landsstýriskvinnuna, hvat er sett í verk av øllum tilmælunum. Og hann vil eisini hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvat hon ætlar at gera á hesum øki hesa næstu tíðina.