Vikmar gjørt kort yvir landslag á botni

Vikmar hevur gjørt nýtt kort yvir landslag á botni, ið ikki hava verið at sæð áður. Á nýggja kortinum ber millum annað til at síggja tvey vrak, sum liggja á havsins botni

Sigurjón Einarsson
24. september 2021 kl. 13:16

Jarðarskorpan er fevnd av, at 70 prosent er hav meðan 30 prosent er landfast øki, men av hesum 70 prosentunum, eru bert 20 prosent kortlagt.

Vit vita eisini, hvussu Føroyar síggja út, men havbotnin kring oyggjarnar kenna vit ikki neyvt, sjálvt um vit liva av tí, sum er í havinum.

Felagið Vikmar hevur áður kortlagt nakað av føroyska havbotninum, men nú hevur Vikmar eXplorer víðkað hetta økið, so tað nú umfatar 174 ferkilometrar - frá Stongini og til Mjóvanes.

Her er stórsligið landslag at síggja á botni, og nýggja kortið gevur eina rúgvu av upplýsingum um hetta økið.

Ber til at síggja vrak

Kortini eru í hádygd, og tí síggjast eisini nógvar detaljur. Sum dømi kann nevnast, at tað nú er tað møguligt at síggja tvey vrak í áðurnevnda øki.

Vikmar eXplorer fann Kallsevni í 2018, og tað er millum annað við í nýggja kortinum, sum vísir hvar Kallsevni liggur.

Kallsevni var á veg til Fuglafjørð at landa, tá lastin forskeyt seg og Kallsevni sakk við Mjóvanes 31 mai 1971.

Tað ber til at síggja nýggja kortið, sum eisini er eitt fiskikort, ókeypis á www.fishin.fo.

Her er eitt videobrot, sum vísir nýggju kortini við tveimum vrøkum á fishin.fo: