Ongi úrslit

Víkingaskipið flytir úr Hovi norður á Tvøroyri

Hetta fer at sampakka væl við virksemi á salti, halda summi. Onnur halda at tað fer at oyðileggja Salt
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í fleiri hevur verið arbeitt við at smíða eitt víkingaskip í Hovi. Fyrst skuldi byggjast ein smiðja, og síðani eisini eitt langhús, har skipið skuldi smíðast.

Tá ið skipið varð smíða, skuldi langhúsið verða neyst, men tað skuldi eisini vera ein savningardepil, har fólk kundu savnast til veitslur, og annað.

Men nú er greitt, at ætlanin í Hovi ber ikki á mál - men ætlanin um at smíða eitt víkingaskip, er ikki dottin niður fyri.

Tvørtur ímóti er nýggj nevnd vald, og nýggja nevndin hevur søkt Tvøroyar Býráð um at fáa loyvi at byggja langhúsið við Salt á Drelnesi í staðin.

Og tað hevur meirilutin í býráðnum samtykt, fýra vóru fyri og trý vóru ímóti.

Tey halda, at eitt langhús og víkingaskip passar sum fótur í hosu til mentanarhúsið, Salt. Og tey halda eisini, at tað kann stiðja upp undir Salt og draga enn fleiri fólk til økið.

Býráðslimir, sum vóru ímóti, halda ikki, at eitt langhús eigur at knýtast at Salt, tí tað fer at forða fyri útbyggingum og ábøtum á økið og at tað fer at oyðileggja økið. Tí halda tey, at eitt langhús og víkingaskip hoyra ikki heima við Salt á Drelnesi

Men onkrir býráðslimir hildu eisini, at málið er ikki búgvið at taka støðu til, tí at tað er ov illa lýst.

Men víst varð eisini á, at onnur pláss í Føroyum, millum annað Tórshavnar kommuna vísti áhuga fyri at fáa tað til Nólsoyar, og vágbingar hava eisini víst áhugað.

Tí varð mett at tað var neyðugt at taka eina støðu, og tað hevur býráðið so gjørt.

Mest lisið hesa vikuna

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

ABC fara til samráðingar í morgin

Í gjár kl. 11:05

Oljan er ikki, og má ikki, verða framtíðin

26. mars kl. 17:01