Víkingarnir fegnast um, at teir hava eitt stig við sær heim úr Lettlandi, har dysturin ímóti Liepaja seint seinnapartin endaði 1-1. Samstundis iðra teir seg um, at tað ikki eydnaðist at skjóta fleiri mál enn tað, sum Poul Kallsberg skoraði í 21. minutti, tá ið hann eftir sending frá Ara Olsen lyfti bóltin omanfyri málverjan, sum var á veg fram.
-Fyrsta hálva tíman áttu vit at havt skorað fleiri mál, men tá ið vit taka samanum, so var tað ikki so galið, at tað endaði javnt. Hitin darvaði bæði teir og okkum, og vit gjørdu tað torført fyri okkum sjálvar, tá ið vit mistu óneyðugar bóltar, og tað harvið ofta var neyðugt at renna langar teinar, heldur Atli Gregersen liðformaður hjá Víkingi.
Í dag var Atli fyri 30. ferð í altjóða dysti fyri Víking. Síðstu átta minuttirnar var sonurin Árni Nóa Atlason liðfelagið hjá pápanum. Hetta var fyrsta ferðin, at 18 ára gamli Árni var við í altjóða dysti fyri Víking.
Merkisvert var tað, at hetta var 36. ferðin, at feðgarnir, 42 ára gamli Atli Gregersen og 18 ára gamli Árni Nóa Atlason, vóru liðfelagar á hægsta stigi. Tað er nýtt heimsmet. Gamla metið áttu Jákup Mikkelsen, fyrrverandi landsliðsmálverji, og sonur hansara Poul Nolsøe Mikkelsen, sum spældu saman 35 ferðir á hægsta stigi.
-Hetta er hugaligt og stuttligt hjá okkum báðum og teimum næstu. Fyrst og fremst snýr tað seg um avrikið og úrslitið hjá Víkingi, men síðani vit frættu um, at møguleiki var fyri at seta met, so hava vit havt eitt vakið eyga við hesum, sigur Atli Gregersen í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.
Tað er altjóða hagtalsserfrøðingurin í fótbólti Ivan Eginsson, sum hevur funnið hesi hagtølini fram, og Heri Á. Simonsen, sum er knýttur at FM1 og in.fo, hevur borið grein fram um hetta.
-Árni hevur tikið risafet á fótbóltsleiðini í ár, og hann fer heilt víst at spæla nógvar altjóða dystir aftrat. Hvussu nógvar dystir vit báðir fara at spæla saman er meiri ivasamt, men vónandi fara vit at vera liðfelagar um eina viku, tá ið vit fara at eiga heimavøll í Klaksvík ímóti Liepaja, og so eru tað landskappingin og steypakappingin, sigur Atli Gregersen.
Flest altjóða skrásettar dystir fyri Víking hevur Sølvi Vatnhamar spælt. Sambært faroesoccer.com var hann í kvøld fyri 31. ferð í altjóða uppgávu fyri Víking. Hann hevur skorað seks mál í hesum 31 dystunum.
Dysturin í kvøld var nummar 33 í røðini av europeiskum avbjóðingum hjá Víkingi. Liðið hevur vunnið sjey ferðir, í kvøld endaði tað fyri sjeyndu ferð við javnleiki, og 19 ferðir er tað endað við tapi.
17. august 2022 vóru Atli Gregersen og sonurin Árni Nóa Atlason fyri fyrstu ferð liðfelagar. Tann dagin vann Víkingur 3-1 á Skála, og sjey minuttir undan leikloki varð Árni skiftur inn. Tá tók Petur Asbjørn Lervig hesa myndina.
FK Lepaja – Víkingur 1-1 (0-1)
0-1: Poul Kallsberg 21.
1-1: Marko Simic 55.
Europa Conference League
Hósdagin 11. juli 2024 kl. 18.00 á Daugava Liepaja stadion í Liepaja í Lettlandi
Dómarakvartett úr Wales: Tom Owen, Lewiss Edwards, Ian David Bird og Bryn Markham-Jones (4. dómari)
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar (Árni Nóa Atlason, 82.) – Poul Kallsberg, Finnur Justinussen (Jørgen Nielsen, 64.), Olaf Bárðarson (Ingi Jonhardsson, 64.)
Gult kort: Aron Jarnskor Ellingsgaard
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jákup Arngrímsson, Signar á Brúnni, Jónatan Lervig, Páll Eirik Djurhuus, Bjørn Bjarkhamar, Áki Magnussen, Rani Hansen, Ingi Arngrímsson, Martin Klein Joensen