Í kvøld eru fráboðanir um víðgongdar mótmælisgongur um alt Iran, har mótmælisfólk rópa slagorð móti stjórnini, millum annað. Beinleiðis anti-islamistiskar mótmælisgongdir eru eisini at finna á gøtunum.
Mótmælini byrjaðu millum handilsfólk í høvuðsstaðnum í Teheran tann 28. desember sum svar uppá ein eymligan búskap og høga inflatión. Síðani hevur ónøgdin breitt seg um alt landið, og ment seg til verulig mótmæli móti stjórnini.
Tað eru avmarkaðar upplýsingar, sum koma úr Iran í løtuni, tí stjórnin ger sítt besta fyri at leggja lok á. Internetið í Iran er eisini í kvøld jeilt stongt.
Eftir bert nakrar vikur við mótmælum, sum ikki vísa tekin um at minka, gerst meira greitt, at prestastýrið hevur trupult við at fáa tamarhald á støðuni.
Mótmælini í Iran hava higartil breitt seg til fleiri enn 100 býir kring landið, og sambært Human Rights Activist News Agency (HRANA) hava í minsta lagi 34 mótmælisfólk latið lív.