Ongi úrslit

Hevði skeivt koyrikort

Áki Bertholdsen
8. oktober kl. 09:10

Í gjár steðgaði løgreglan einum bili við viðfestisvogni. Men tá ið umstøðurnar vórðu kannaðar, vísti tað seg, at bilførarin hevði ikki tað rætta koyrikortið, sum kravdist fyri at koyra við so stórum viðfestisvogni.

Við vanligum koyrikikorti kunnu bilførarar koyra við einum lítlum viðfestisvogni, ið tekur í mesta lagi 750 kilo.

Men er talan um ein bátavogn, rossavogn ella annan, størri viðfestisvogn, skal serligt koyrikort útvegast til tess.

Og í Vestmanna varð ein motorsúkkla tikin og í hesum føri vísti tað seg, at førarin hevði ikki koyrikort – og motorsúkklan hevði ikki nummarplátur, og sostatt var hon heldur ikki tryggjað.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19