“Er tað vanligt, at menstruatiónin ávirkast av koppsetingini?”
“Er tađ satt, at speikproteinini í koronavaksinuni eftir innspræning spjađa seg í kroppinum og verđa føst í æđrunum?”
“Eru nakrar greiningar, sum vísa, um nakar í Føroyum er deyður av vaksinu ella hevur mist ófødda barnið?”
Tað eru nakrir av spurningunum, sum Marnar Fríðheim Kristiansen og fýra aðrir læknar hava roynt at svara í Facebook-bólkinum “Spyr ein lækna um korona” seinastu mánaðirnar.
Følsk kunning fær fólk at ræðast koppseting
Søgurnar um koronu og um koppingarevnið hava verið nógvar, og nógv fólk hava verið í iva um, hvørjum tey skulu trúgva. Tað hevur millum annað gjørt, at fleiri ikki hava vilja latið seg koppseta.
Marnar Fríðheim Kristiansen, ið er lækni á Landssjúkrahúsinum, hevur tikið stig til Facebook-bólkin. Hann er ein teirra, ið veit mest um koronu í Føroyum.
Marnar Fríðheim Kristiansen var júst farin undir ph.d. verkætlan sína um krabbamein í Føroyum, tá korona rakti landið í fjør vár. Hann legði alt til viks og fór saman við øðrum granskarum undir at greina hesa nýggju sjúku, sum við eitt legði nærum allan heimin lamnan.
Samstundis sum hann hevur granskað smittuvegir, sjúkueyðkenni og hjáárin, hevur hann gjørt nógv fyri at kunna og vegleiða um sjúkuna.
Skitin falskunning
Mótstøðufólk móti koronukoppseting vilja millum annað vera við, at hon oyðileggur førleikan hjá bæði kvinnum og monnum at fáa børn, og at kvinnur, ið eru við barn, missa fostrið.
- Hetta eru ógvuliga seiglívaðar søgur, sum fær nógv ung at halda seg frá at verða koppsett. Men tær eru ikki sannar. Vit hava nógvar kanningar nú, ið vísa, at kvinnur, ið eru koppsettar, gerast eins ofta við barn sum kvinnur, ið ikki eru koppsettar. Tær eru heldur ikki í størri vanda fyri at missa fostrið, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.
- Eg skilji væl, at slíkar søgur skapa ótta hjá ungum fólki. Og eg undrist yvir, hví eisini serfrøðingar koma við slíkum pástandum, tí teir eiga at vita betur, heldur læknin.
- Hetta er skitin falskunning, ið tykist at hava eittans endamál, sum er at skapa ótta, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, ph.d.-lesandi á Setrinum.
Hjáárin av vaksinum vísa seg altíð stutt eftir koppsetingina.
- Vaksinan, ið vit brúka í Føroyum, inniheldur mRNA, ið verður sprænt inn í kroppin, har tað framleiður speik-proteinir. Bæði mRNA og speik-proteinir verða upployst og fara úr kroppinum innan fáar dagar. Tað, sum er eftir, er andevnini.
- Eru eingi tekin um hjáárin teir fyrstu tveir mánaðirnar, er eingin lívfrøðilig orsøk at halda, at nakað skal vísa seg seinni. Nógvar milliónir fólk eru nú koppsett móti koronu, og vit vita nú, hvørji hjáárin kunnu vera, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.
Kelda: Gransking.fo og KvF