Ongi úrslit

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

– Í løtuni herjar eitt stórt og álvarsamt álop í Føroyum á SMS-boðum og teldupost.

Tað siga tey í Talgildum Føroyum, umframt allir peningastovnarnir, og løgreglan

Í hesum sambandi fáa fólk eini SMS-boð við leinkjum í, har tey royna at lokka persónligar upplýsingar frá teimum.

Endamálið er at fáa atgongd til gjaldskort ella netbanka fyri at ræna pening.

Í SMS-boðunum er eitt leinki. Trýstir tú á leinkið, kemur tú inn á eina heimasíðu, ið líkist einari veruligari føroyskari heimasíðu, eitt nú hjá einum banka, posthúsi ella nethandli.

– Har verður tú biðin um at upplýsa kortnummar, loyniorð ella at rita inn við Samleikanum.

Ofta nýr tað um at rinda eina smávegis upphædd.

Men fólk skulu endiliga IKKI trýsta á nakað, uttan at hugsa seg sera væl um.

Soleiðis kunnu eini sms-boð síggja út, har roynt verður at lumpa fólk. Men undirskriftin er avdúkandi, tí brævið er undirskrivað »Ærliga Posta Føroya«

Nøkur góð ráð:

– Trýst ongantíð á leinki í SMS-boðum: Myndugleikar og peningastovnar biðja teg ONGANTÍÐ um at rita inn ella upplýsa loyniorð gjøgnum eitt leinki í einum SMS ella telduposti.

– Góðkenn ONGANTÍÐ við Samleikanum, um tú ikki sjálv/ur ritar inn: Hevur tú ikki sjálv/ur sett eina gerð í gongd, skal ein áheitan á Samleika-appina ongantíð góðkennast.

– Steðga á og hugsa teg um: Hevur tú havt nakað samskifti við sendaran í seinastuni? Væntaði tú at fáa hesi boðini? Hevur tú biðið um at fáa eitt leinki sendandi?

– Kanna heimasíðuna: Í staðin fyri at trýsta á leinkið, far so beinleiðis inn heimasíðuna hjá fyritøkuni (skriva adressuna í kagan).

– Kanna sendaran: Hygg at telefonnummarinum, teldupostinum og leinkinum. Ofta sær tað misvísandi út, hóast navnið á sendaranum sær rætt út.

Hvat skalt tú gera, um tú hevur trýst á leinkið?

Hevur tú illgruna um, at tínar kortupplýsingar eru misnýttar:

– Rita inn á netbankan og sperra kortini alt fyri eitt.

– Ring til bankan, um tú sært óregluligt virksemi í netbankanum.

– Hevur tú illgruna um Samleikan: Far undir stillingar og vel Endurnýggja – Samleikan. Fylg mannagongdini, og vel nýtt loynital.

 

Starvsfólk hjá peningastovnunum og Talgildu Føroyum arbeiða saman við fjarskiftisveitarum og kt-veitarum at steðga álopinum, verður sagt í ávaringini.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

7 tímar síðan