Ongi úrslit

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

Myndina tók John Martin Olsen
Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Siglingin hjá Smyrli hevur verið rættiliga óreglulig hesar seinastu dagarnar - og tað heldur fram.

Sostatt verða aftur túrar avlýstir í dag - og kanska verða túrar aftur avlýstir í morgin.

Í kvøld verður túrurin av Krambatanga klokkan 18.45, ikki sigldur og sostatt verður túrurin av Havnini klokkan 21.15, heldur ikki sigldur.

Seinni koma so boð um, hvussu verður við siglingini í morgin.

Tað hevur undrað nógv fólk, at siglingin hjá Smyrli er so óreglulig, tí vindurin er ikki tann heilt nógvi. Tað hevur eisini fingið fólk at illgita um okkurt býr aftan fyri, sum Strandferðslan dylur - og tað eru enntá tey, sum halda, at í roynd og veru er hetta bara ein snildur máti hjá Strandferðsluni at spara olju uppá.

Skiparin á Smyrli, Marius Hansen sigur, at hann skilir væl, at fólk eru ørkymlað, tí inni á landi er veðrið gott til tað.

Men tað eru serliga tvær orsøkir til, at ferðaætlanin verður broytt - ella eitt samanspæl ímillum tvær orsøkir, nevniliga vindi og sjóvarfalli.

Tann fyrsta orsøkin er ættin. Hann hevur ligið av eystaneftir í tvær vikur, ella longur, við nakað av vindi, og tað er ringasta ætt at sigla.

Og sum veðurforsagnirnar eru nú, er eingin broyting í tí.

Samstundis er harður streymur, og tá ið streymurin er ímóti, verður tað serstakliga ring sigling.

Aldan er kanska fimm, seks metrar, so tá verður tað so óslætt at sigla, at tað er næstan ikki siglandi, sigur hann.

Tí verður ferðaætlanin lagað eftir, hvussu tað rekur.

Skiparin sigur, at streymurin harðnar til mikudagin og so batnar hann aftur, og so sær frægari út.

Hann sigur, at slík sigling fer eisini serstakliga illa við skipinum. Og tað er ein sannroynd, at vit hava bara Smyril, so tað er neyðugt at ansa væl eftir honum.    

Onkur á Strandferðsluni hevur sagt, at tað er betur at avlýsa ein túr ov nógv enn ein túr ov lítið, tí verður neyðugt at taka Smyril úr sigling, er einki skip, uttan Teistin, at seta í suðuroyarsiglingina.

Mest lisið hesa vikuna

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14