Vit skulu vera sera varin, áðrenn vit knýta okkum ov tætt upp í alheims heilsufelagsskapin, WHO.
Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Tí hevur hann spurt Margit Stóra, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvussu tætt vit eru knýtt upp í WHO.
Hann sigur, at hóast felagsskapurin er máttmikil, er hann illa kjølfestur í fólkaræðinum - og so er hann fíggjaður av privatum.
Eitt nú nevnir Jenis av Rana, at har limalondini áður kundu gera av, um WHO tilmæli skuldu setast í verk, hava tey nú bundið seg til at seta tey í verk.
Og samstundis er tað aðalskrivarin einsamallur, sum ger av nær talan er um heimshóttandi farsótt.
Hann vísir eisini á, at Føroyar eru ikki fullir limir í WHO, men vit hava ein atlimaskap, sum er ein avmarkaður limaskapur.
Tí vil hann hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvussu Føroyar verða ávirkað av WHO.
Margit Stórá sigur, at í 2007 setti WHO eina nýggja, altjóða reglugerð í gildi á heilsuøkinum. Tað verður vanliga kallað IHR-reglugerðin.
Tá ið Danmark staðfesti IHR-reglugerðina, varð fyrivarni ikki tikið fyri Føroyum.
Men í 2011 varð IHR- reglugerðin sett í gildi fyri Føroyar. Sostatt er IHR-reglugerðin galdandi í Føroyum og føroyskir myndugleikar hava skyldu til at virka eftir henni, sigur landsstýriskvinnan.
Margit Stórá sigur, at í 2006, bóðu danskir myndugleikar Landsstýrið siga sína hugsan um IHR-reglugerðin skuldi galda fyri Føroyar ella ikki.
Tann 12. oktober 2006, tók landsstýrismaðurin í heilsumálum undir við, at IHR-reglugerðin skuldi galda fyri Føroyar.
Men boð um hetta vórðu ikki send donskum myndugleikum.
Tann 23. novembur í 2006, sendu donsku myndugleikarnir skriv til Landsstýrið, har boðað varð frá, at av tí, at einki svar var komið úr landsstýrinum, varð tað tikið sum um at landsstýrið góðtók, at Føroyar vera fevndar av IHR-reglugerðini.