Ongi úrslit

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

- Fólk, sum koma til Danmarkar og fremja álvarslig brotsverk, skulu ikki vera í heimsins besta landi – tey skulu burturvísast.

© Mynd: Bjørn Brandenborg
Jonhard Hammer
3 tímar síðan

Fólk, sum koma til Danmarkar og fremja álvarslig brotsverk, eiga at verða blakaði út.

Tað sigur hálvi føroyingurin, og fólkatingsmaðurin fyri danska Javnaðarflokkin, Bjørn Brandenborg.

Hann skrivar á Facebook vanga sínum um eitt mál, ið snýr seg um álvarslig brotsverk á oynni Fyn:

"Klokkan 01:53 fór ein ung kvinna í ein hýruvogn í Odense. Tað var byrjanin til eina tíma langa marru hjá kvinnuni. Fyrst dekkaði hýruvognsførarin vakmyndatólið í bilinum, áðrenn hann aftur og aftur føldi uppá kvinnuna og at enda royndi at neyðtaka hana.

Tá málið kom í rættin, varð maðurin – ein pakistani – dømdur eitt ára fongsulsrevsing og fekk ávaring um burturvísing úr Danmark.

Vísandi til familjulívið hjá manninum og við evropeiska mannarættindasáttmálanum sum skjøldri, varð hann ikki burturvístur.

Eg haldi, at tey flestu – eins og eg sjálvur – hava ringt við at skilja hetta. Í Danmark burturvísa vit nógvar kriminellar útlendingar á hvørjum ári, men tað er ein bólkur, sum útnyttar mannarættindasáttmálarnar fyri at verða verandi í landinum.

Tí hava vit lagt fram eina útflytingarnýskipan, sum inniber, at verður tú dømdur eitt ára fongsulsrevsing, so verður tú burturvístur úr Danmark – uttan mun til onnur tilknýti, tú kanska hevur.

Tað snýr seg fyrst og fremst um rættvísi fyri ofrini og um trygdina hjá okkum øllum.

Fólk, sum koma til Danmarkar og fremja álvarslig brotsverk, skulu ikki vera í heimsins besta landi – tey skulu burturvísast."

Føroyingar fáa skjótt møguleika at hoyra Bjørn Brandenborg tosa um júst hetta evnið, og seta honum spurningar.

Fólkatingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin, Sjúrður Skaale, hevur nevnliga boðið honum og framsøgumanninum í útlendingamálum hjá danska Javnaðarflokkinum, Frederik Vad, til Føroya í komandi viku, har teir tríggir fara at hava eitt tiltak í Havn og eitt í Klaksvík.

LES EISINI: Hvat kunnu Føroyar læra av donskum útlendingapolitikki?

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

Í gjár kl. 15:00

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

Í gjár kl. 07:52