Ongi úrslit

Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt

Hans Edward Andreasen er spentur til fyrstu framførsluna við nýggjum bólki

Tíðindaskriv
1. august kl. 13:57

Hans Edward Andreasen er spentur til fyrstu framførsluna við nýggjum bólki 

 

Hans Edward Andreassen er kendur sum oddamaður í rockbólkinum The Dreams, sum var virkin í umleið 10 ár og gjørdi nógv um seg uttanlands.

Nú er Hans Edward til reiðar at fara á pallin við nýggjum bólki.

Á Summar Festivalinum spælir bólkurin Swardi á Vágsbø fríggjakvøld, og tað verður byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið.

– Eg havi spælt við bólkunum The Dreams og Glóð, og nú fara vit í gongd við nakað nýtt, og tað er sera spennandi, sigur Hans Edward Andreasen, sum er sangskrivari, sangari og tónleikari.

Swardi spælir nýggjar sangir og teir kendu hjá The Dreams og Glóð, og fyrsta framførslan verður á landsins størsta palli á Vágsbø. Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

Niðanfyri ber til at síggja samrøðu við Hans Edward Andreasen.

 

Link til video-samrøðu:

https://www.youtube.com/watch?v=XLESIas0Ny4

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46