Ongi úrslit

Við í vælumtøktari sjónvarpssending

Hon er troytt av at vera kend fyri sambandið við Teitur Skoubo.

© Hanne Juul
10 tímar síðan

Havnarkvinnan Teresa Ovenberg er von við at vera í ljósmálanum í fjølmiðlunum.

Ikki orsakað av síni egnu luttøku í sendingini Ex on the beach, men tí hon var saman við reality-luttakaranum Teitur Skoubo, tá hann varð dømdur fyri neyðtøku í 2022 - og seinni fríkendur aftur.

Í januar verður hon við í nýggjastu sesongini av Paradise Hotel, tað er sendingin sum gjørdi fyrrverandi unnustan kendan - og hetta sær hon sum ein møguleika at broyta sítt umdømi.

Hon er troytt av at vera kend fyri sambandið við Teitur Skoubo.

- Paradise Hotel er ein møguleiki hjá fólki at síggja hvør tú ert uttan altíð at seta meg í samanhangin av tí, tí at vera tað haldi eg hevur verið sera frustrerandi, segði Teresa, tá Ekstra Bladet hitti hana á tíðindadegnum fyri sesong 22 av kendu sendingini.

Teresa Ovenberg og Teitur Skoubo funnu saman, tá tey bæði vóru við í sendingini Ex on the beach í 2021.

Eitt ár seinni var Teitur dømdur fyri at hava neyðtikið eina aðra kvinnu í landsrættinum og kærdi málið. Fimm mánaðir seinni var hann fríkendur í Eystara Landsrætti og fekk í staðin tríggjar mánaðar dóm fyri álop.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17