KÍ boðar í kvøld frá, at ein av útlendsku spælarunum, sum undan hesum kappingarárinum kom til Klaksvíkar, nú er givin í felagnum.
Talan er um Adam B. Lamin, sum er ættaður úr Tunesia, og sum áður hevur spælt í Svøríki.
Hann var ætlaður at vera ein av miðverjunum, og hann var við á besta liðnum í tveimum teimum fyrstu umførunum. Síðani hevur hann spælt tveir dystir við næstbesta liðnum, og nú er punktum sett fyri hansara leiklut í KÍ.
KÍ skrivar soleiðis í kvøld:
Í kvøld segði leikarin farvæl við sínar liðfelagar, og fríggjadagin gongur leiðin aftur til heimlandið.
Tað er í sátt og semju at leikari og felag hava avgjørt at enda samstarvið.
Adam B. Lamin kom til KÍ stutt fyri kappingarbyrjan, men spælitíðin hevur ikki verið so nógv.
Seinastu dystirnar hevur hann spælt við 1. deild og annars verið á bonkinum í bestu deildini.
Adam verður pápi fyrsta dagin, og KÍ ynskir Adam við familju bestu eydnu framyvir.