Ongi úrslit

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

Debes Danberg
21. apríl 2025 kl. 16:55

Tá Fíggjarmálaráðið og Landsbankin siga at vit ikki hava ráð til at gera Suðuroyartunnilin, eri eg als ikki samdur.

Mín meting er at Smyril kostar í dag umleið kr. 150 – 160 milliónir árliga, íroknað rakstur, viðlíkahald, umvælingar og endurnýggingar. Og sum tíðin gongur so vil hesin kostnaður av Smyrli verða uml. 200 mill. krónur um fimm ár. Ein nýggjur Smyril vil ikki kosta minni enn 1,5 -2,0 mill. krónur at byggja plus somu útreiðslur sum verandi Smyril.

Tí eiga vit at gera Suðuroyartunnilin sum skjótast. Hetta skal gerast somuleiðis sum eysturoyar- og sandstunnilin við eini fígging til alla verkætlanina, sum staturin møguliga kann veðhalda fyri.

Vit hava nevnliga ikki ráð til at lata verða við at gera Suðuroyartunnilin. Tí hesin tunnilin er ein loysn sum hevur nógv minni kostnað við sær, tá vit síggja 20-25 ár fram í tíðina. Tær 200 mill. krónurnar, sum smyril kostar um 5 ár saman við brúkaragjøldum kunnu gjalda Suðuroyartunnilin niður eftir 20-25 árum, ella møguliga áðrenn 20 ár.

Virðingarmest,

Debes Danberg

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Í besta lagi verður Elias jokari

9. januar kl. 18:34

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50