Ongi úrslit

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

Teir koyrdu alt ov skjótt  - og tað gjørdu fleiri aðrir eisini

Áki Bertholdsen
20. apríl kl. 09:22

Í gjár var løgreglan rættiliga úti um seg við ferðmátaranum - og tað varð dýrt hjá fleiri bilførarum.

Tað vóru ikki færri enn seks bilførarar, sum koyrdu so skjótt, at teir mistu koyrikortið, men so vóru tað eisini nakrir aðrir, sum koyrdu so skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið.

Fyrrapartin í gjár varð løgreglan við Norðskála, har tey gjørdu ferðkanninga á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 60.

Har vórðu ikki færri enn sjey bilførarar tiknir.

Seks av teimum vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra upp ímóti 80, men so vóru tað tríggir aðrir bilførarar, sum mistu koyrikortið fyri at koyra ímillum 81 og 90 kilometrar um tíman.

Men har varð eisini ein bilførari tikin fyri at koyra við ólógligum koyrikorti. Hann hevði bara koyrikort til vanligan persónbil, men koyrdi ein bil, sum var skrásettur sum ein lítil bussur og tað hevði hann ikki koyrikort til.

Og tað er dýrt, tí bara fyrstu ferð, ein verður tikin fyri slíkt, er bótin heilar 5.000 krónur.

Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan eisini ferðmátingar uttan fyri Kollafjarðartunnilin, kollafjarðarmegin.

Har misti ein bilførari koyrikortið fyri at koyra beint yvir 111 kilometrar um tíman og ein annar fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra beint undir 110 kilometrar um tíman.

Og seinnapartin í gjár varð løgreglan eisini við Gøtueiði við ferðmátaranum. Har mistu tveir bilførarar koyrikortið fyri at koyra ímillum 121 og 130 kilometrar um tíman.

Ein annar fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra eitt sindur yvir 100.

Umframt at missa koyrikortið, ella fáa klipp í koyrikortið, fáa allir eisini bót.

Hinvegin gjørdi løgreglan eisini ferðkanningar í Vágum, men har varð eingin tikin fyri at koyra ov skjótt.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

Í gjár kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18