Ongi úrslit

Nú verður av álvara umrøtt at keypa Grønland

Mike Johnson var ikki kunnaður um amerikanska átakið í Venezuela, áðrenn tað hendi.

© Leah Millis/Ritzau Scanpix
Mike Johnson og Donald Trump
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 19:12

Hvítu Húsini vátta at fyrr umrødda møguliga keypið av Grønlandi nú ógvuliga virkið umrøtt av amerikanska forsetanum, Donald Trump, og hansara tjóðartrygdartoymi.

Tað segði talskvinnan í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, á einum tíðindafundi sambært Ritzau.

- Allir møguleikar hava altíð verið á borðinum hjá Trump forseta. Fyrsti møguleikin hjá forsetanum hevur altíð verið diplomati, sigur hon.

Formaðurin í Umboðsmannatinginum, Mike Johnson, hevur heldur ikki hoyrt tos um at senda amerikanska herin til Grønlands.

Tað sigur hann sambært tíðindastovuni AFPAFP.l

- Eg haldi ikki, at nakar tosar um at brúka hermegi í Grønlandi. Tey hyggja eftir diplomatiskum rásum, sigur hann.

Johnson viðurkennir tó fyri fjølmiðlunum, at hann ikki var kunnaður um amerikanska átakið í Venezuela, áðrenn tað hendi.

Tíðindini koma dagin eftir, at Hvítu Húsini í eini fráboðan til Reuters løgðu dent á, at nýtslan av amerikanska herinum altíð er ein møguleiki, sum yvirherleiðarin hevur.

Mest lisið hesa vikuna

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Bjørk boykottast

Í gjár kl. 21:01

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

15 tímar síðan

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19