Dubai er ein av bumbaðu býnum eftir at Iran er í fer við at gera mòtálop.
Sameindu Arabisku Emiratini sum Dubai er partur av - hava stongt sítt loftrúm, so allar flogferðir til og frá flogvøllinum í Dubai í dag eru avlýstar.
Tað eru ikki bara tey ferðandi, hvørs endaliga ferðamál er Dubai, sum kunnu verða rakt av hesum.
Ferðandi sum bert skulu millumlenda á flogvøllinum, kunnu eisini meira enn so uppliva avbjóðingar.
- Tað eru fleiri støð í Sameindu Arabisku Emiratunum, sum verða brúkt sum millumstøð til onnur ferðamál.
Ferðafelagið Spies Rejser hevur í løtuni umleið 100 gestir í og kring Dubai, men nógv onnur ferðafólk kunnu verða ávirkaði av hesum.
Tað sigur samskiftisleiðarin hjá Spies Rejser, Sofie Folden Lund við Ritzau.
Er man á veg til Mauritius, Maldivurnar og Sri Lanka, kann man eisini vænta at renna seg í avlýsingar.
Ferðaráðgevingin hjá Danska uttanríkisráðnum, skrivar at seinnapartin leygardagin eru Sameindu Arabisku Emiratini flokkaði sum gult øki. Tað merkir at tú skal vera eyka varin og tilvitaður um tína persónligu trygd.