Veiða eftir einhyrninginum í havinum

Í Grønlandi er stór ósemja um náhvalaveiðu. Meðan grønlendingar eta spik av nógvum náhvali, halda vísindafólkini at øll veiða skal steðgast skjótast gjørligt

Sofia Moutinho og Regin Winther Poulsen
27. desember 2022 kl. 15:12

Í eini sølumiðstøð við bátahylin í býarpartinum Nuussuaq í Nuuk, gongur ein maður og leitar eftir vøru. Hann steðgar á, og klagar um at vøra altíð manglar í hesum handlinum. Tað er rættiliga týðiligur munur á hesum handlinum og øðrum handlum hjá handilsketuni, Pissifik, í miðbýnum og aðrastaðni í Nuuk.

Í einari av boksunum í handlinum hanga tung lás. Maturin í hesari boksini, sum sambært einari hvítari A4-síðu er full av grønlendskum delikatessum, ber ikki til at fáa uttan at biðja ein av handilsatstøðingunum um hjálp. Í boksini er, umframt aðrar grønlendskar matvørur, vakumpakkaðir lítlir pakkar við spiki frá náhvalum. Hettar er mattak.

Mattak er nýtt spik við hvølju, sum kann skerast burturúr ymiskum hvali, men ofta náhvali ella hvítari styrju. Smakkurin er ikki serliga sterkur og mattak verður ofta serverað við soya sós ella Aromat. Men konsistensurin av hvøljuni og seiða spikinum er óvanligur, og tað tekur eina løtu at tyggja gloypubitan. Mentanarliga er maturin á støði við skerpikjøt, turra grind og spik, ella ræstan mat. (Ein kona, sum vit búðu hjá í Suðurgrønlandi, segði smílandi, men í álvara: “Eg hevði ikki kunna livað uttan Mattak”.)

Mattak verður, eins og turr grind og spik, etin til konfirmatiónir og serlig høvi. Tí er hendan slammiskan vorðin ein av dýrastu vørunum í landinum, ein av týdningarmestu inntøkunum hjá veiðusamfeløgum í Eysturgrønlandi, men ein stór hóttan ímóti náhvalinum. Grønlendska havrannsóknarstovan hevur rópað varskó – hon vil hava kvotuna í Eysturgrønlandi minkaða niður í onki. Higartil hava politikarar biðið um eina nýggja teljing av stovninum, samstundis sum veiðimenn sleppa at halda fram við yrkinum, tó við einari minni kvotu. Semja tykist ómøgulig ímillum tey lærdu í Nuuk og fjarskotnu bygdirnar á eystursíðuni.

Einhyrnahvalurin kann hvørva
Náhvalur er ein rættiliga ikoniskur hvalur. Hann er kendur fyri stóru vígtonnina – ella spjótið – sum stendur fram úr kúluni á hvalinum, beint omanfyri munnin á miðalstóra tannhvalinum. Liturin á honum kann vera ljósur ella myrkur – hann hevur sprøklut mynstur frá báðum litum, tó at ein litur ofta er meira sjónligur enn hin.

Náhvalur var fyrr hóttur stovnur, tí at vígtonnin, eins og vígtonnin á fílum, gjørdist ein eftirspurd vøra. Men tað hevur verið ólógligt at útflyta tonnina síðani 2006, og tí er prísurin á tonnini eisini lækkaður nakað, hóast tað enn kostar ímillum 7.000 og 20.000 krónur hjá ríkfólki í Nuuk at fáa hendur á henni. Og hjá fólki í stórbýum kring heimin, sum enn kunnu keypa náhvalatenn, sum vóru útfluttar áðrenn 2006, skal pengapungurin vera heilt stórur. Í 2019 metti danski uppboðshaldarin Lauritz.com, at størsta tonnin, sum nakrantíð er seld, hon var 2,8 metrar long, var verd 400.000 krónur. Sambært Jyllandspostinum var ein tonn uppá 2,14 metrar seld fyri 170.000 av bretskt/amerikanskum uppboðshaldara árið fyri.   

Tað eru tveir stovnar til av náhvalinum. Mett verður at umleið 100.000 náhvalir eru til, men meginparturin av stovninum heldur til í Kanada um summarið og í Vesturgrønlandi um veturin. Stovnurin á eystursíðuni er serligur, tí hann ikki svimur um landamørk.

Og grønlendska havrannsóknarstovan er bangin fyri, at júst stovnurin í Eysturgrønlandi fer at hvørva, um okkurt víðgongt ikki verður gjørt skjótt. Síðan 2019, hevur havrannsóknarstovan mælt til at steðga allari veiðu eftir hesum stovninum.

- Vit eru rímiliga vís í, at stovnurin hvørvur heilt um veiða á nøkrum stigi heldur fram, sigur danski lívfrøðingurin, Mads Peter Heide-Jørgensen, sum arbeiðir hjá havrannsóknarstovuni. Hann hevur granskað og fylgt náhvalinum seinastu 20 árini og stendur á odda fyri meginpartinum av kanningunum av hesum hvalinum.

Mads Peter Heide-Jørgensen byrjaði at síggja at okkurt var galið við talinum av náhvali í 2014, tá tann fyrsti hvalurin, sum var merktur av teimum, varð fangaður. Hann helt hetta vera tekin um, at stovnurin var minkandi, og tí byrjaði hann at kanna málið nærri. Hann gjørdist vísur í ringu gongdini, tá fleiri merktir hvalir vórðu fangaðir.

- Um tú blívur við at fanga sama hvalin umaftur, og tað ikki eru nógvir av teimum (merktu), sigur tað seg sjálvt at vit hava ein trupulleika, sigur danski lívfrøðingurin, sum tí í fleiri ár hevur mælt til at lækka kvotuna.

Men eisini onnur vísindafólk hava varnast eina minking av stovninum. Amerikanski lívfrøðingurin Roderick Hobbs, er leiðari av einum arbeiðsbólki hjá Nammco (North Atlantic Marine Mammal Comission), sum saman við havrannsóknarstovuni ráðgevur grønlendsku stjórnini um hvalakvotir. Eftir at hava gjøgnumgingið fráboðanir frá veiðimonnum er hann komin til ta niðurstøðu, at tað mangla kvennhvalir. Í 2016 og 2017 var als ongin kvennhvalur fangaður í tveimum av trimum veiðuøkjum í Eysturgrønlandi.

- Tað ber boð um, at tilgongdin av nýggjum hvalum er lítil, greiðir Roderick Hobbs frá og leggur afturat, at um stovnurin var væl fyri, átti umleið 30 prosent av stovninum at borðið nýggjar hvalir hvørt ár.

Eins og Mads Peter Heide-Jørgensen mælti hann til, at øll veiða av stovninum steðgaði heilt. Men hóast NAMMCO nærum altíð lurtar eftir boðunum frá vísindafólki, var tað ikki tað sum hendi í hesum førinum.

Fernando Ugarte er deildarleiðari fyri súgdjórum á grønlendsku rannsóknarstovuni

Boðini illa móttikin ímillum veiðimenn
Åge Hammeken Danielsen, sum býr í Ittoqqortoormiit, ein bygd í landsynningspartinum av Grønlandi, har tað búgva 345 fólk, hevur verið veiðimaður alt lívið. Sum drongur fór hann við pápa sínum, men síðan hann fylti 17 ára gamal, hevur hann arbeitt við at veiða og fiskað fulla tíð. Tí er onki løgið í, at honum ikki dámdi boðini frá lívfrøðingunum í Nuuk.

Sambært honum er stovnurin ikki serliga illa fyri.

- Vit síggja nógvar hvalir. Tey gomlu siga at tað er meira til nú, enn tað var fyri nøkrum árum síðan, greiddi hann frá í telefonini. Hann sigur at tey eisini síggja fleiri hvalir, sum svimja við ungum.

Åge Hammeken Danielsen var eisini við á NAMMCO-fundi í 2019 og tá kærdi hann um vánaliga arbeiðslagið hjá vísindafólkunum, væntandi virðing og teljingar, sum ikki fevna um eitt nóg stórt øki. Hann og ein av starvsfeløgunum greiddu frá, at tað als ikki er talan um ein stovn, men tríggjar, sum svimja í fjørðinum ymiskar tíðir av árinum, og sum eisini svimja øðrvísi. NAMMCO hevur síðani kannað málið, og okkurt bendir á at tvey sløg av náhvalum svimja í fjørðunum í Eysturgrønlandi.

Í ávísan mun hevur tað eydnast Åge Hammeken Danielsen at fáa onkrar broytingar. Í novembur samtykti landstingið í Grønlandi, at stovnurin í økinum skal teljast aftur, og at hetta skal gerast við at inkludera vitanina hjá teimum lokalu. Seinasta teljingin varð gjørd í 2017, og alt landstingið tók undir við at tíðin var komin at telja aftur. Samstundis var ein lítil hækkan av kvotuni í Eysturgrønlandi eisini samtykt.

Åge Hammeken Danielsen hevur lítlar vónir um gott samstarv við vísindafólkini, tí at royndirnar higartil hava verið so ringar. Hann greiðir frá, at vísindafólkini hava sett hús og tjøld upp í einum øki í Scoresbysundfjørðinum, har fólk úr bygdini ofta steðgaðu um summarið at fiska og veiða.

Men ósemjurnar millum íbúgvarnar í lítlu bygdini og vísindafólkini í Nuuk var størst, tá eitt nýtt slag av kanningum vórðu gjørdar í 2018. Rannsóknarstovan vildi kanna, hvussu náhvalur varð ávirkaður av ljóðdálking. Tað varð gjørt við at seta eina stóra ljóð ella luftbyrsu innast í fjørðinum. Og hóast lívfrøðingarnir sjálvir siga at ljóðdálkingin kann órógva hvalin rættiliga illa, vórðu ongin boð givin til veiðimenninar, sum plagdu at veiða náhval í hesum fjørðinum. Åge Hammeken Danielsen sigur, at hann sjálvur fann útav tí av tilvild, tá hann var farin umborð á eitt av donsku verjuskipunum at práta við manningina, og ein av teimum av óvart nevndi nýggju kanningarnar. Hann heldur at tað var ljóðdálkingin, sum steðgaði hvalinum í at svimja í hesum fjørðinum.

- Vit vilja gjarna samstarva við vísindafólkini á jøvnum føti,” sigur hann, men leggur afturat, at tað ger støðuna verri, at vísindafólkini ofta koma úr fremmandum londum og ikki hava virðing fyri arbeiðinum hjá veiðimonnunum.

Fernando Ugarte, sum er deildarleiðari fyri súgdjórum á rannsóknarstovuni, var ímóti at telja stovnarnar av nýggjum, fyrst og fremst tí hann ikki væntar nakað nýtt úrslit. Hann vísur eisini á, at um ein nýggjur stovnur verður funnin í økinum, ger tað bara hvalin enn meira einstakan og týdningarmiklan at verja.

- Stovnurin er unikkur og skal verjast,” greiðir Fernando, sum sjálvur er úr Mexico, frá.

Onki nýtt við ósemju
Í Føroyum kenna vit væl til ósemjur ímillum vísindi og veiðimannin, har ið ráðgevingar frá Havstovuni ofta hava enda við ramaskríggi frá fiskimanninum. Og sambært Aviaja Hauptman, sum er mikrobiologur á grønlendska fróðskaparsetrinum, er ósemja eisini heilt vanlig á hesum økinum í Grønlandi. Sjálv er hon ímillum nøkur heilt fá innan grønlendska lívfrøði, sum er grønlendsk.

- Har er ein væntan um, at veiðimaðurin skal skilja biologarnar, greiðir hon frá.

- Men tað er ongin viðurkenning av, at vísindafólk eisini skulu skilja lívini, vitanina og royndirnar hjá veiðimonnunum, segði hon.

Higartil hevur grønlendska stjórnin havt lyndi til at hella til veiðimenninar heldur enn vísindafólkini. Men hóast Mads Peter Heide-Jørgensen heldur tað vera rætt, at vísindafólk ikki viðurkenna vitanina hjá veiðumonnunum, er hann harmur um, at arbeiðið hjá honum og starvsfeløgum verður misskild.

- Vit gera kanningar, soleiðis at tað eisini í framtíðini verður nokk av hvali, soleiðis at henda veiðan kann halda fram, sigur hann.

(Greinin stóð upprunaliga í Dimmalætting fyrst í januar í ár)