Ongi úrslit

Veðurlagið

© Pinterest
Jóhanna Højgaard
11. desember 2025 kl. 15:50

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sum frá líður frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Seinnapartin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Í kvøld sunnan, sum frá líður veksandi upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 6 til 10 stig, í hæddunum niður í 4 stig.

Fríggjadagin

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað, sólglottar, okkurt ælið, stundum grov æl. Seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind sunnan 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina útsynningur, samdrigið og regn. Hitin 6 til 9 stig.

Leygardagin

Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Um náttina skrið ella stormur av útsynningi, 20 til 25 m/s, í støðum hvassur stormur, 28 m/s, skýggjað, regn, møguliga við vátakava ella heglingi. Hitin 6 til 11 stig.

Sunnudagin

Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Eitt skiftið seinnapartin minni vindur. Um kvøldið strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, skýggjað og regn, møguliga við vátakava ella heglingi. 7 til 9 stig, um náttina niður í 5 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Um kvøldið útsynningur, skiftandi skýloft og regn, møguliga við vátakava ella heglingi. Um náttina frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Hitin 5 til 8 stig, um náttina niður í 3 stig.

Týsdagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður, møguliga við vátakava ella heglingi. Hitin 4 til 8 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

9. mars kl. 10:16

Dettur væntandi niður í nátt

15 tímar síðan