Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Seinnapartin minkandi vindur niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, sum frá líður hálvskýggjað og turt. Í kvøld lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 9 til 12 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Tá líður á seinnapartin gongur hann niður í eystan og veksur vindin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, stundum hvassur vindur, 15 m/s, samdrigið og samregn. Um náttina gongur hann niður í sunnan og minkar vindsin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hitin 7 til 13 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og samregn. Seinnpartin minkar hann vindin niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Um kvøldið gongur hann vesturum og fer upp í útnyrðing, vindurin veksur sum frá líður upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, enn samdrigið og regn. Hitin 7 til 12 stig.
Fríggjadagin
Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Tá líður á seinnapartin gongur hann upp í norðan og veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Um náttina gongur hann aftur í útnyrðing og minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 5 til 10 stig.
Leygardagin
Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Um kvøldið og náttina hvassur vindur ella skrið norðan, 15 til 20 m/s, samdrigið og samregn ella vátakavi. Hitin 4 til 9 stig.
Sunnudagin
Minkandi vindur fyrrapartin úr hvøssum vindi ella skriði norðan, 15 til 20 m/s, niður í lot til frískt lot seinnapartin, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin samdrigið og samregn, í hæddunum kanska við vátakava. Um middagsleitið slítur í. Um kvøldið lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, samdrigið og turt. Mánanáttina gongur hann niður í vestan. Hitin 4 til 9 stig.