Forsøgn galdandi til hósmorgunin
Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Norðast tó upp í strúk av landnyrðingi, 13 m/s, og sunnast frískt lot til frískan vind av útsynningi 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður ella regn. Sum líður á fyrrapartin veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s; fyrst sunnanfyri. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vind til hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður. Í kvøld strúkur í vindi upp í skrið vestan, 13 til 18 m/s, sunnanfyri upp í 20 m/s. Í nátt frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Sum frá líður gongur hann niður í útsynning, og minkar niður í frískt lot, minni enn 8 m/s. Hitin 6 til 10 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin útsynningur, skýggjað og ælaveður. Um kvøldið sunnan. Um náttina frískur vindur upp í strúk sunnan 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 7 til 11 stig.
Fríggjadagin
Frískt vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður, møguliga vátakavi ella heglingur. Um náttina útsynningur, samdrigið og regn, møguliga vátakavi ella heglingur. Hitin 6 til 9 stig.
Leygardagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi og suðri, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður, møguliga við vátakava. Seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Um náttina skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, skýggjað og ælaveður, møguliga við vátakava ella heglingi. Hitin 6 til 10 stig.
Sunnudagin
Hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, skýggjað og regn. Um kvøldið frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað og ælaveður, møguliga við vátakava ella heglingi. Hitin 6 til 10 stig.
Mánadagin
Hvassur vindur upp í skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Um náttina frískt lot til frískan vind vestan, samdrigið og regn. Hitin 5 til 9 stig.