Forsøgn galdandi til fríggjamorgunin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella okkurt ælið. Seinnapartin turrari og sólglottar, tó framvegis okkurt ælið í støðum.
Hann minkar vindin út á kvøldið niður í lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Hitin um dagin 9 til 13 stig, í nátt niður í 6 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, ið sum frá líður hækkar í landnyrðing.
Samdrigið og driv ella okkurt ælið, kanska eisini sól ella sólglottar viðhvørt, serliga vestanfyri. Hitin 10 til 13 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum sólglottar, serliga vestanfyri. Hitin 10 til 14 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, sólglottar og ælaveður. Hitin 12 til 15 stig, um náttina niður í 8 stig.
Mánadagin
Líti lot um norðan, undir 6 m/s, sól ella sólglottar og turt fyri tað mesta. Hitin um dagin 12 til 15 stig, um náttina niður í 7 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 8 til 11 stig.