Eitt lágtrýst, 997 hPa, nærkast vestaneftir og fer framvið Føroyum sunnudagin. Hetta hevur við sær eitt brúgvalag við regni og frískan vind upp í strúk leygarkvøldið og sunnudagin.
Eitt hátrýst, 1033hPa við miðdepli yvir Asorunum breiðir seg norðureftir samstundist sum eitt lágtrýst, 1002 hPa, eystanfyri Kappan dýpist. Hetta hevur við sær eitt rák vestaneftir úr Atlantshavinum móti Føroyum frá sunnudegnum.
Seinnapartin sunnudagin byrjar látrýstið, sum liggur við Kappan, at ferðast eystureftir og verður yvir Føroyum týsdagin. Brúgvaløg hagani við regni og vindi verða yvir Føroyum seint mánadagin og næstu dagarnar.
Forsøgn galdandi til sunnumorgunin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin veksur hann upp í frískt lot til frískan vind av landsynningi, út á kvøldið eitt skiftið eystan, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina og tað fer at regna. Út á kvøldiđ minkar vindurin, og tað slítir í. Hitin 5 til 10 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 9 stig. Út á dagin gongur vindurin upp í norðan, og seinni útnyrðing og veksur upp til frískan til hvassan vind, 10 til 15 m/s eitt skiftið. Samdrigið og regn, men út á kvøldið slítur í. Hitin 4 til 9 stig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, men út á seinnapartin slítur í eitt skiftið. Út á kvøldið frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Móti middegi minkar vindurin og tað slítur í. Út á kvøldið gongur hann yvir í útnyrðing og veksur vindin til hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Skýggjað og út á náttina ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.
Mikudagin
Strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.
Hósdagin
Frískur vindur upp í strúk útsynningi og út á dagin vestan, 8 til 13 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.
Kelda https://vedrid.fo/