Ongi úrslit

Veðrið fimm dagar fram

Jóhanna Højgaard
1. juli kl. 15:02

Forsøgn galdandi til mikumorgunin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið, í støðum tám, men sum frá líður eisini sól ella onkur sólglotti. Hitin alt samdøgrið 8 til 12 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, fyrst skýggjað og ælaveður, í støðum tám. Sum frá líður turt fyri tað mesta og sól ella onkur sólglotti. Hitin 9 til 13 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, seinni útsynningur. Skýggjað og ælaveður, stundum regn. Sum frá líður eisini onkur sólglotti. Hitin 9 til 13 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, ið sum frá líður fer upp í eystan. Skýggjað og í støðum regn ella ælaveður, men eisini yvirhøvur turt í støðum. Hitin 10 til 14 stig.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður, í støðum sólglottar. Hitin 9 til 13 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.

https://www.vedur.fo/

Mest lisið hesa vikuna

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

Í gjár kl. 21:56

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14. juli kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56

Kraftigur jarðskjálvti var í Spania í morgun

14. juli kl. 20:04

Henrik Old: Frælsið hjá einstaka føroyinginum má koma í fyrstu røð

Í gjár kl. 21:56

Hava bíðað í 60 ár - men nú verður tað

Í gjár kl. 15:00